Føroysk skip sleppa at fiska meiri tosk í Barentshavinum næsta ár, og russar fáa meiri makrel frá føroyingum Á fundi í Russlandi eru føroysk og russisk umboð komin ásamt um fiskirættindasáttmála fyri 2009.
Sambært útvarpinum hjá Kringvarpinum ber semjan í sær, at Russland fær 100.000 tons av svartkjafti frá Føroyum næsta ár, og ta er 20.000 tons minni enn í ár. Hinvegin fáa føroyingar 1.600 tons afturat av toski í Barentshavinum og 200 tons av hýsu afturat í 2009.
Aftur fyri niðurskurðin í svartkjaftinum fær Russland 4.100 tons afturat av makreli í 2009. Makrelkvotan verður 12.800 tons næsta ár. Føroyska toskakvotan eystanfyri verður 11.900 tons næsta ár og hýsukvotan 1540 tons. Kvotan av flatfiski er óbroytt, 900 tons, og rækjukvotan er eisini tann sama, 1000 tons. Nú eru góð 40.000 tons av svartkjafti eftir til føroysk skip at fiska í 2009.
Sambært Kringvarpinum er Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, nøgdur við samráðingarúrslitið.