Fáa nógv meiri at liva av næsta ár

Samgongan tekur nú fyrstu stigini til at halda síni fremstu vallyfti upp undir løgtingsvalið, og í morgin leggur landsstýrið uppskot fyri Løgtingið um tað

Pensjónistar skulu hava 6.000 krónur í skattafrádrátti, og samstundis skal grundarupphæddin í fólkapensjónini, hækkast. 

Og harafturat, skulu pensjónistar ikki longur missa so nógv av pensjónini, tá ið teir eisini hava aðra inntøku afturat pensjónini.

Hetta trý uppskot, samgongan nú fer at leggja fyri Løgtingið við tí endamáli at geva pensjónistum meiri at liva av.

Hetta eru trý uppskot, sum eru viðgjørd á Landsstýrisfundi, men Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, vil ikki siga um hesi uppskotini verða løgd fyri Løgtingið í morgin, mánadagin. Hann vil heldur ikki útgreina, hvat tey snúgva seg um.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum, er ikki stórt tíðindafróðari. Hon sigur kortini, at uppskotini verða løgd fyri Løgtingið í morgin.

Endamálið við tí eina uppskotinum er at hækka grundarupphæddina hjá fólkapensjónistum, men hon vil ikki siga, hvussu nógv hon skal hækkast.

Men aftur fyri, at grundarupphæddin hækkar, er ætlanin at lækka tað, tey kalla »frádráttarfría inntøkuupphæddin«.

Endamálið við einum øðrum uppskoti er at geva fólkapensjónistum ein skattafrádrátt upp á 6.000 krónur um árið.

Landsstýriskvinnan í almannamálum sigur, at hetta uppskotið er eitt lið í at halda lyftið hjá Fólkaflokkinum um at gera útgjaldið úr Samhaldsfasta skattafrítt.

Men meiri vil hon ikki siga um uppskotini.

Eitt mál, sum hevur verið frammi í nógv ár, er, at tað loysir seg so illa hjá pensjónistum at arbeiða, tí tjena teir ov nógv aftur at fólkapensjónini, verður tað bara trekt av pensjónini ístaðin.

Men nú hevur landsstýrið eisini viðgjørt eitt uppskot um at lækka hesa mótrokningina við tí endamáli at leggja tað fyri Løgtingið. Men einki verður sagt um, hvussu nógv, hon skal lækkast

Hesi trý uppskotini hava ikki verið sent nakrastaðni til viðmerkingar, soleiðis sum vanligt er, áðrenn uppskot verða løgd fyri Løgtingið.

Men landsstýrið hevur nevnt møguleikan at senda uppskotini til áhugaðar partar til viðmerkingar, samstundis sum at tey eru til viðgerar í Løgtinginum  

Og í morgin, mánadagin, er annars seinasta freist at leggja uppskot fyri Løgtingið, sum skulu koma í gildi á nýggjárinum.

Í valstríðnum upp undir løgtingsvalið, var tað eitt av fremstu vallyftunum hjá samgonguflokkinum at bøta um viðurskiftini hjá pensjónistunum.

Eitt nú lovaði Fólkaflokkurin at Samhaldsfasti skuldi verða skattafríur og Sambandsflokkurin lovaði at hækka grundarupphæddina aftur.

Grundarupphæddin varð annars lækkað 580 krónur um mánaðin í seinasta valskeiði sum eitt lið í eini heildarætlan hjá táverandi samgongu.

Aftur fyri lækkingina, varð gjaldið úr Samhaldsfasta hækkað og kringvarpsgjaldið hjá pensjónistum lækkaði munandi.

Men, sum sagt, er tað óvist, hvussu nógv, hon nú skal hækkast aftur.