Fáa nógvan makrel

Tey umleið tíggju íslendsku skipini, sum fiska makrel í íslendskum sjógvi, hava havt gtóðan fiskiskap í seinastuni.

Skipini royna á tveimum leiðum. Onnur er úti fyri Eysturlandinum og hin í Grindavíkardýpinum, sum er suður úr Reykjanesi.

Skipini, sum royna sunnanfyri, landa fyri tað mesta í Vestmannaoyggjunum, men virkir á Vopnafirði, Neskaupstaði, Eskifirði og á Fáskrúðsfirði hava eisini fingið væl av makreli, skrivar Morgunblaðið, sum leggur afturat, at makrelurin kemur skipum, manningum og arbeiðsfólkinum á landi sera væl við.