Leygardagin vóru fólk úti og savnaðu inn pening í samband við landsinnsavningina hjá Reyða Krossi.
Hetta var ein góður dagur til eitt slíkt tiltak:
Veðrið var av tí allarbesta. Nógvir innsavnarar vóru. Fólk vóru fryntlig. Og sum skilst kom eisini væl av seðlum og myntum í tær hundraðtals bússurnar.
Umframt hetta høvdu fólk eisini møguleika at lata pening umvegis heimasíðuna hjalp.fo. Men enn er ikki greitt, hvussu nógv føroyingar hava latið.
- Hetta verður fyrst greitt seinni í hesi vikuni, upplýsir Hjalti í Jákupsstovu, formaður í Reyða Krossi.
Hann fegnast um, at hetta er fyrstu ferð síðani tsunami-innsavningina at tað eydnaðist at røkka so at siga øllum húskjum í Havnini.
Nevnast kann, at tey eisini savnaðu inn í Danmark fyri Reyða Krossi. Inn komu góðar 87 mió krónur.