Fáa sólina at síggja aftur í dag

Danska veðurstovan DMI roknar við góðveðri aftur í dag

Danska veðurstovan DMI roknar við góðveðri aftur í dag. 

Nýggjasta forsøgnin hjá DMI sigur, at í dag verður 5-10 m/s av suðri. Tað verður turt. Fyrst á degnum verður skýggjað, men út á dagin kemur sólin fram.

Hitin í dag verður millum 6 og 10 stig.

Í morgin roknar DMI við líknandi veðri. 5-10 m/s av suðri, mest turt og skiftandi skýloft. Hitin verður millum 7 og 10 stig.