Fáar kvinnur til Danmarkar at fáa fosturtøku

Magni Arge hevur fingið svar frá danska heilsumálaráðharranum

Sambært hagtølum hjá donskum heilsumyndugleikum hava 22 kvinnur, búsitandi í Føroyum, fingið fosturtøku í Danmark síðani 1997.


Tað upplýsir danski heilsumálaráðharrin Ellen Trane Nørby í svari til fyrispurning frá fólkatingsliminum Magna Arge, sum í síðsta mánaði setti ráðharranum ein §20 fyrispurning um talið av føroyskum kvinnum, ið fáa fosturtøku í Danmark.


Ráðharrin upplýsir í svarinum, at hagtølini byggja á tøl frá Sundhedsdatastyrelsen, ið hevur fingið tey til vega frá Register over Legalt Provokerede Aborter, ið er skrásetingin yvir allar framdar fosturtøkur á donskum sjúkrahúsum og klinikkum, men at hædd skal takast fyri, at bústaður ikki er upplýstur hjá øllum kvinnum.


Fólkatingslimurin setti ráðharranum spurningin, tí hann ynskti at fáa greiðu á, um ein av orsøkunum til lága talið av fosturtøkum í føroyska heilsuverkinum kundi vera, at føroyskar kvinnur fara til Danmarkar at fáa fosturtøku, heldur enn gera tað í Føroyum.


Í fyrispurninginum vísti fólkatingslimurin á, at talið av fosturtøkum í Føroyum í 2016 var 36 fosturtøkur fyri hvørji 1.000 fødd børn, meðan sama tal í Danmark í 2014 var 259.