Tað kann ikki sigast at vera stórur áhugi hjá læknum og sjúkrasystrum at átaka sær leiðandi størv á Landssjúkrahúsinum.
Í sambandi við nýggja leiðslubygnaðin skuldu átta nýggj leiðarastørv setast á Landssjúkrahúsinum.
Talan er um starvið sum læknastjóri, starvið sum sjúkrarøktarstjóri, umframt størvini sum leiðandi yvirlækni og yvirsjúkrasystir á psykiatriskudeild, medisinskudeild og skurdeildini.
Níggjunda starvið í nýggju leiðsluni á Landssjúkrahúsinum er starvið sum sjúkrahússtjóri, og tað er eisini lýst leyst nú.
Men higartil er tað bara eydnast á seta tvey størv, nevniliga starvið sum sjúkrarøktarstjóri, sum Marin Wang er sett í og starvið sum leiðandi yvirlækni á skurðdeildini, sum Jóan Petur Davidsen er settur í.
Størvini sum yvirsjúkrasystir á teimum trimum deildunum hava ikki verið lýst leys áður.
Hinvegin hava bæði starvið sum læknastjóri og størvini sum leiðandi yvirlækni á teimum trimum deildunum áður verið lýst leys innanhýsis á Landssjúkrahúsinum, men tað kom bara tann eina umsóknin og tað var áðurnevnda umsókn til starvið sum leiðandi yvirlækni á skurðdeildini.Harumframt kom bara ein umsókn til starvið sum læknastjóri.
Úrslitið var, at starvið á skurðdeildini varð sett. Samstundis varð Jón á Steig settur at røkja starvið sum læknastjóri fyribils.
Í sama viðfangi varð gjørt av at lýsa størvini sum leiðandi yvirlækni og starvið sum læknastjóri leyst av nýggjum.
Fáar umsóknir
Fyri kortum vórðu so hesi trý størvini lýst leyst, sum tað ikki eydnaðist at seta fyrru ferð, saman við teimum trimum størvunum sum yvirsjúkrasystrar.
Umsóknarfreistin var úti hósdagin til øll størvini, uttan til starvið sum leiðandi yvirlækni á medisinsku deild.
Á Psykiatrisku deild varð søkt eftir einum leiðandi yvirlækna og eini yvirsjúkrasystir. Ongin søkti læknastarvið men ein umsókn kom til starvið sum yvirsjúkrasystir.
Harumframt varð søkt eftir einum yvirlækna, men heldur ikki til tað starvið kom nøkur umsókn.
Hetta starvið hevði tó onki vil leiðslubygnaðin at gera.
Á Skurðdeildini varð søkt eftir eini yvirsjúkrasystir og tað kom ein umsókn til ta starvið.
Og á medisinsku deild varð søkt eftir eini yvirsjúkrasystir, men heldur ikki til tað starvið kom nøkur umsókn.
Hinvegin gekst betur at søkja eftir læknastjóra hesuferð, tí ímeðan ein umsókn kom fyrru ferð, komu fýra umsóknir hesuferð. Ein umsókn kom afturat, men hon kom ov seint.
Talan er bæði um umsóknir frá føroyingum og frá útlendingum.
Fleiri orsøkir
Marin Vang, sjúkrarøktarstjóri sigur, at tað kunnu vera ymsar orsøkir til, at tað er so lítil áhugi fyri størvunum.
Men hon heldur, at ein orsøk til at fólk aftra seg við at søkja, kann verða, at tað hevur elvt til ótryggleika, at leiðslubygnaðurin hevur verið so ógreiður.
Ein orsøk kann eisini vera, at tær ymsu deildirnar deild hevur følt seg setta til síðis og hevur fingið ov lítið av peningi at arbeiða við.
Men hon heldur eisini, at ein trupulleiki kann vera, at tað eru og fáir skikkaðir umsøkjarir ?á marknaðinum³ til summi av størvunum, eitt nú til læknastørvini á psykiatrisku deild, og av tí sama blíva tað eisini ov fáir umsøkjarar til størvini.
Men so mikið størri týdning hevur tað, at vit fáa væl skikkað fólk at átaka sær størvini fyri at lyfta deildina upp aftur.
Og í øllum førum er tað positivt, at vit hava fingið umsøkjara til yvirsjúkrasystrastarvið á psykiatrisku, so at hon kann vera við í hesum arbeiðnum.
Marin Vang sigur, at nú fara tey at royna at eggja onkrum til at átaka sær yvirlæknastarvið á psykiatrisku deild fyribils, til ein endalig loysn kann fáast.
Hon leggur afturat, at enn er støða ikki tikin til, antin tey størvini verða sett, sum bara ein umsøkjari varð til.
Hinvegin er onki tað væntandi, at at starvið sum læknastjóri verður sett ímillum tær fýra umsóknirnar, sum komu inn.
Tey størvini, sum ongar umsóknir vóru til, verða lýst leys av nýggjum sum skjótast.e;i gjørdist meira frígjørdir í framrættaða spælinum. Annar møguleiki hevði verið, at sett Jón Róa inn fyri ein miðvallara, so HB seinastu løtuna leikti við trimum áleyparum.
Nú er altíð lætt at vera eftirklókur, men tað er nú einaferð soleiðis, at tá spælt verður í eini steypafinalu, so mást tú satsa, um tú ert aftan fyri. At tapa við einum ella tveimum málum er so fullkomulia líkamikið.
GÍ var betri
Øll henda skrivingin um, hvat HB gjørdi rætt ella skeivt, skal tó á ongan hátt skiljast sum ein niðurgering av avrikinum hjá GÍ.
Leikararnir sýndui, at hóast teir ikki spæla sama ágangandi fótbólt, sum teir fyrr hava gjørt, so vita teir framvegis hvat skal til.
Í flestum lutum vóru teir tað lítla pettið hvassari enn mótstøðumenninir, og yvirhøvur spældur teir skilabetri. Vóru umstøður til at spæla róliga niðaneftir, so varð hetta gjørt. Skuldi bólturin bara vekk, so varð hetta gjørt. Ja, yvirhøvur høvdu teir tamarhald á dystinum teir allarflestu av teimum 90 minuttunum, sum vórðu leiktir.
»GÍ er nakað heilt fyri seg« varð sungið eftir dystin, og hesum kunnu vit bara geva fegnu viðhaldsfólkunum rætt í. Liðið, sum hevur myndað toppin av føroyskum fótbólti var av mongum avskrivað, tá vit komu út í juni mánað, og hóast teir neyvan verða føroyameistarar, so hava teir enn einaferð víst, at undrið í Gøtu langt ífrá er liðugt.
Finala um løgmanssteypið
HB-GÍ 0-1 (0-1)
0-1: Óli Hansen
Reytt kort: Helgi L. Petersen, GÍ
Dómari: Suni Johansen
HB:
Báråur Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rói Árting, Pætur Dahl ? Bárður Mortansson, Andrew av Fløtum
GÍ:
Sunnvard Joensen ? Pól Ennigarð, Bartal Eliasen, Martin Thomsen ? Leivur Hansen, Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor, Helgi L. Petersen, Henning Jarnskor ? Óli Hansen, Súni Olsenm