Fá dupult stig

Um tað ikki eydnaðist tær at koma inn á ynsktu útbúgvingina, so kanst tú fara uttanlanda at arbeiða ella á háskúla fyri at betra um møguleikarnar á kvotu 2.Holger Arnbjerg frá Altjóða Skrivstovuni sigur, at vinnuligt arbeiði ella háskúlauppihald uttanlanda í seks mánaðir gevur dupult stig, tá søkt verður gjøgnum kvotu 2 í Danmark.
Harumframt kann stuðul fáast til háskúlan. Sum danskur ríkisborgari ber til at søkja um stuðul upp til kr. 700 um vikuna til eitt uppihald á fólkaháskúla í øðrum norðanlandi. Søkjast kann á www.ciriusonline.dk.
Tað er eisini vert at vita, at Nordiska folkhögskolan Kungälv (www.nordiska.fhsk.se) bjóðar teimum fyrstu fimm føroyingunum eitt hálvt frípláss.