Teir taka Sam til Klaksvíkar og fara annars at hita upp við Mentanarhúsið áðrenn. Gamla ferjan, sum í nógv ár sigldi um Leirvíksfjørð, førir fjeppararnar úr Fuglafirði til Klaksvíkar klokkan 13.45. Somuleiðis koyra bussar úr Fuglafirði til Klaksvíkar klokkan 16.00.
Og klokkan 16.00 byrjar upphitingin hjá ÍF við Flagspallin. Ein góðan tíma seinni, klokkan 17.15, verður farið á Injector Arena, sum fótbóltsvøllurin í Klaksvík verður róptur, og sjálvur dysturin byrjar klokkan 18.00. Í
EB/Streyma-fjepparar halda til í Club 700 í Klaksvík. Teir møtast klokkan 16.00 og hita so upp til dystin har.