Fá góða tænastu og akfarið til rættan prís

Fyri at tryggja seg sjálvar eiga innflytarar av brúktum akførum fyrst og fremst at kanna upprunaliga verksmiðjuprísin á akfarinum og koma til okkum við teimum røttu skjølunum, sigur Jóngerð Simonsen frá Akstovuni

Í sambandi við at skrásetingaravgjaldið fyri innflutning av brúktum akførum, sum eru eldri enn 5 ár, einans er 50 prosent av upprunaliga verksmiðjuprísinum (listaprísinum hjá donskum innflytara), eru tað fleiri sum gera dreymin til veruleika og keypa sær tað akfarið, tey altíð hava ynskt sær brúkt úr útlandinum.
 
Tá hesi akfør skulu skásetast í Føroyum, kann innflytarin sjálvur gera nógv fyri at avgreiðslan kann ganga lætt og skjótt fyri seg. Innflytarin eigur sjálvur at kanna listaprísin á akfarinum og koma til okkum við teimum røttu skjølunum, sigur Jóngerð Simonsen, málsviðgeri á akfarsskrásetingini hjá Akstovuni, og leggur afturat at hetta er ikki annað, enn hvat lógin (Løgtingslóg nr. 175, frá 18. desember 1992, um skrásetingargjald á motorakførum)sigur, at teir skulu gera.
 
Um innflytarin kemur við teimum røttu skjølunum beinanvegin, so er tað eingin trupulleiki at avgreiða akfarið sama dag. Hetta lættir nógv um hjá okkum, og innflytarin fær eina góða tænastu, sigur Jóngerð. Tí vilja vit heita á øll sum innflyta brúkt akfør úr útlandinum um at hava hetta í huga, eisini fyri at tey kunnu vera heilt vís í hvat endaligi prísurin verður, tá akfarið er skrásett í Føroyum.
 
Umframt skjalprógvaðan listaprís og fráboðanina til sýn skal innflytarin eisini hava upprunaligu útlendsku skrásetingarskjølini, avrit av faktura frá útlendska seljaranum, farmabræv og tollkvittan. Umráðandi er eisini at biðja um tíð til at sýna akfarið í góðari tíð.
 
Millum 300 og 400 brúkt akfør verða innflutt árliga. Talan er fyri tað mesta um týskar luksusbilar, sum eru eldri enn fimm ár. 
 
Lesið meira á: www.akstovan.fo