Mikkel Føge, sum hevur royndarvant við B71 seinastu vikuna, var ikki sinnaður at gera sáttmála við felagið. Heimasíðan hjá sandoyingum skrivar, at danski verjuleikarin, sum í farna kappingarári umboðaði danska triðudeildarfelagið Værløse, ikki metti, at Sandoyggin og B71 var nakað fyri seg. Heimasíðan skrivar eisini, at vikuna undan summarsteðginum hevði felagið ein dana á vitjan. Ætlanin var, at hann skuldi venja við eina viku og spæla seinasta landskappingardystin undan steðginum, men tað bleiv av ongum. Danin var bert í Føroyum í tveir dagar, áðrenn hann vendi nøsini heimaftur. Heimasíðan upplýsir einki navn.