TÒRSHAVNAR BÝRÀÐ
Á býráðsfundinum hóskvøldið varð eisini uppskot til fíggjarætlan framlagt fyri býráðslimunum.
?Talan er um eina fíggjarætlan, sum umsitingin hjá býráðnum hevur gjørt. Hetta vísir okkum, hvussu nógv tað kostar at reka kommununa, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri.
Hann sigur, at hetta skal vera at meta sum eitt slag av einari beinagrind hjá býráðnum og nevndunum, sum nú fara undir at viðgera og gera tilmæli.
Endaliga fíggjarætlanin skal samtykjast tvær ferðir av býráðnum við tveimum vikum ímillum.