Fíggjarkarmar 2011 - vit og skil vann frama

Nógvar hólmgongur hava verið seinastu tíðina í samband við, at løgtingið skal áseta ein fíggjarkarm fyri 2011 og komandi 5 árini. Øll vita, at vit hava ovurstóra almenna skuld. Nógv fokus hevur verið á, hvussu vit skuldu fáa tamarhald á skuldini og fáa samfelagið aftur á beint. Summi hava vilja kutað allar vælferðartænastur niður, meðan onnur hava ført fram, at tað ber til at varðveita okkara vælferð og minka um skuldina samstundis.

Munurin er framferðarhátturin, og hvussu tú sær uppá samfelagið. Sær tú samfelagið sum nakað, ið skal vera sum tað er og sum tú ikki skal gera nakað við, ja so er einasti møguleikin at kuta vælferðina burtur og frysta samfelagið niður. Tá kan tú bert vóna, at tá tú tinar tað uppaftur, eru trupuleikarnir loystir av sær sjálvum.
Hin leiðin er at síggja samfelagið sum nakað, ið vit kunnu gera nakað við. At til ber tilvitað at taka nakrar avgerðir, og á tann hátt sjálvi loysa okkara trupulleikar. Tað ber til at skapa karmar, so inntøkurnar í samfelagnum, ikki minst frá okkara høvuðsvinnu, aftur fara at vaksa. Tað ber til, at endurskoða almennu tænasturnar og umskipa tær so hvør króna verður brúkt á besta hátt.
Tað er henda seinna vegin, ið ein meiriluti í fíggjarnevndini samdist um at ganga. At vit sjálvi tilvitað skapa karmarnar fyri okkara samfelag og stýra gongdini, heldur enn at lata gongdina stýra okkum. Tað er ein stór avbjóðing at fáa fíggjarkarmarnar fyri 2011 at halda, men halda vit á við at nýta vit og skil, so megna vit eisini hesa avbjóðingina.