Fíggjarliga lættari at búgva í Vági

Vágs býráð hevur í kvøld samtykt at lætta um fíggjarliga hjá einum breiðum skara av borgarum í Vágs kommunu.

Eitt samt býráð í Vági samtykti á býráðsfundi í kvøld at lækka skattaprosentið í Vágs kommunu niður í 21,95 prosent. Hetta merkir, sigur býráðið, at kommunuskattaprosentið er lækkað úr 23,25 prosentum í 2013 og niður í 21,95 prosent í 2017.

 

- Í kvøld hava vit eisini samtykti at hækka barnafrádráttin í kommununi úr 4.000 krónum og upp í 4.500 krónur. Barnaansingargjøldini lækka eisini við 100 krónum fyri hvørt barnið  um mánaðin, samstundis sum ein familja nú í mesta lagi kann rinda 3.500 krónur í barnaansingargjaldi um mánaðin.

 

Í Vágs býráði fegnast tey um, at tað við einari samanrenning av lækking av kommunuskattinum, hækking av barnafrádráttinum og lækking av barnaansingargjøldinum ber til at lætta um fíggjarliga í gerandisdegnum hjá einum breiðum skara av borgarum í Vágs kommunu.