Fíggjarmálaráðið eigur at forða fyri at nevndir áseta egnar samsýningar

Meginreglan eigur at vera, at eingin í tí almenna skal kunna játta sær sjálvum pengar.

 

Tað sigur Jørgen Niclasen í lesarabrævi í dag, í samband við nevndarsamsýningina, ið nevndin í Landsbankanum hevur sett sær sjálvum.

 

Jørgen Niclasen vil verða við, at løgtingið hevur samtykt, at eingin í tí almenna skal játta sær sjálvum pengar og tí eigur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, at gera okkurt við tær almennu nevndirnar, ið áseta sína egnu samsýning.