Sjúkrarøktarfelagið herðir nú verkfallið, meðan tær bíða eftir, at Fíggjarmálaráðið bjóðar til samráðingar
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hava í morgun boðað frá, at tey herða verkfallið, so at tað frá mánamorgun klokkan sjey umfatar tvær seingjadeildir aftrat. Talan er um seingjadeildina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og G4 á Landssjúkrahúsinum.
Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, upplýsir fyri Miðlahúsinum, at avgerðin at víðka um arbeiðsstegðin bleiv tikin á nevndarfundi í morgun, men at felagið er klárt til samráðingar, um Fíggjarmálaráðið vísit vilja til veruligar samráðingar.
- Okkara støða er greið. Vit fara aftur til samráðingarborðið í tí løtu, at Fíggjarmálaráðið eru sinnaðir at byrja veruligar samráðingar. Tað er Fíggjarmálaráðið, ið rýmdi av semingsfundinum í farnu viku. Tey valdu at fara av semingsfundinum, í staðin fyri at brúka tíðina, ið vit høvdu fram til mánamorgun, at samráðast í. So eg haldi Fíggjarmálaráðið má hugsa seg um, koma aftur til samráðingarborðið og gjøgnumføra nakrar veruligar samráðingar, sigur Óluva í Gong.
Í dag er ein vika síðan, at samráðingarnar millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið slitnaðu, og felagið lýsti verkfall fyri allar narkosusjúkrarrøktarfrøðingar. Mánadagin bleiv verkfallið víðkað til at fevna um leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar á øllum trimum sjúkrahúsum og hósmorgun bleiv seingjadeildin B7 á Landssjúkrahúsinum stongd, eftir at sjúkrarøktarfrøðingarnar á deildini fingu boð um at leggja arbeiðið niður.
Óluva í Gong upplýsir, at semingsmenninir hava biðið um fund við fakfelagið seinnapartin í dag, men at talan er ikki um samráðingar, men einans eitt prát um støðuna.