Andrias Petersen, formaður í mentanarnevndini, sigur seg ikki hava hoyrt nakað nýtt í málinum um Skúladepilin.
? Uppskotið er framvegis í mentamálastýrinum, og tað er ikki komið í mentanarnevndina enn, sigur hann. Eg havi einki hoyrt um, at ætlanin er slept, men tað er ein stórur fíggjarligur spurningur, hvørt hon verður til nakað ella ikki, sigur Andrias Petersen.
Hann vísir á, at tað ikki eru so nógvir pengar til, so okkurt má sparast onkustaðni. ? Vit eru greiðir um, at skúlarnir eru í veruligum trupulleikum, men nú fáa vit at síggja eftir at fíggjarlógaruppskotið kemur, hvussu prioriteringarnar verða, sigur hann. ? At málið ikki er komið víðari, má vera orsakað av fíggarligu støðuni, tað gangi eg út frá, sigur Andrias Petersen.
Málið liggur sostatt framvegis í Mentamálaráðnum, og eingin støða er tikin enn.
Eys