ÍF gjørdist fyrsta liðið at koppa Mjølnir (FM1)

(FM1) Hoyr veteranin hjá ÍF, Bartal Eliasen seta orð á góða sigurin hjá ÍF á Mjølnir í dag

 

Ikki fyrrenn 10. mars fór liðið hjá Mjølnir í meistaradeildini hjá monnum av vøllinum við einum tapi.

 

Hetta hendi tá Mjølnir uttan dugnaliga leikandi venjaran, Phil Freere tapti 1-3 ímóti ÍF í Badmintonhøllini í Klaksvík fyrr í dag.

 

Settmunurin var 25-20, 20-25, 19-25 og 13-25.

 

TRÝST á PÍLIN undir SAVNSMYNDINI, og hoyr samrøðuna FM1 hevði við veteranin hjá ÍF, Bartal Eliasen fyrr í kvøld.

 

Bartal Eliasen greiðir frá, at teir í ÍF vóru greiðir yvir, at Mjølnir uttan Phil Freere var eitt viknað lið, og tað gav ein eyka møguleika fyri einum góðum úrsliti. Bartal leggur tó dent á, at talan var um eitt frágera gott avrik hjá fuglfirðingum, og Bartal er sera nøgdur við avrikið spælararnir hjá ÍF løgdu fyri dagin.

 

Bartal Eliasen er av tí uppfatan, at manskappingin í flogbólti eigur at styttast, tí tað er ov leingi at draga eina kapping út, har bert fýra lið kappast.

 

Ígjár vann SÍ á heimavølli 3-1 á Fleyr. Settmunurin var 25-15, 25-14, 23-25 og 25-18.

 

Støðan (fbf.fo)DystirSett 
Liðleiktir3-0/3-13-20-3/1-32-3vunnintaptmunurStig
Mjølnir13111103792835
ÍF1332632231-915
1232701828-1013
Fleyr1230631928-912