Kvinnuflogbóltur
Kappingin hjá bestu flogbóltskvinnunum tykist í ár vera meira spennandi, enn hon nakran tíð hevur verið áður. At kalla alt árið hava trý lið verið mest sum ájøvn í oddinum, og vikuskiftið broytti einki í so máta.
Oddaliðið úr ÍF vitjaði í Havn, og her var ongan tíð nakar ivi um, at ÍF var hitt betra liðið. Fleyr hevur seinnu árini verið langt frá tí stórliðnum, sum tær áður hava verið, meðan ÍF hinvegin hevur helst sterkastu kvinnumanning í søgu felagsins.
Munurin var eisini sjónligur frá fyrsta bríksli. Uttan stórvegis hóvasták trumlaðu fuglfarðakvinnurnar alla mótstøðu til síðis, og hóast tær eitt skifti gjørdu eins sum menninir við at lata skiftisleikararnir fáa hitan í kroppin, so var hetta ikki nakað, sum nervaði samlaða avrikið.
Við sigrinum varveittu tær úr ÍF støðuna í oddinum, men stendur tað til hini liðini, so sleppa tær úr fuglafirði ikki ótarnaðar at hanga har. Mjølnir vitjaði hesaferð á Giljanesi, har tær áður hava snávað, men hesaferð var tó eingin ivi. Tó at Dráttur til tíðir royndi at muta eitt sindur ímóti gestunum, so var Mjølnir í longdini alt ov sterkt, og við sigrinum hildu tær fast um annað plássið á stigatalvuni. Tað var annars ikki roknað við, at Mjølnir eisini skuldi halda somikið gott fatur á oddinum í endaspælinum, men higartil hevur so ikki bilað. Enn eru tó allir fýra dystirnir móti ávíkavist ÍF og TB eftir á skránni, og tá fæst helst at vita, hvussu veruliga styrkin á liðnum er. Tað er tó einki at ivast í, at Mjølnir fyri ein stóran part hevur tær royndirnar, sum skulu til fyri at standa seg í oddinum, men spurningurin er so bara, hvørt leikligu dygdirnar framhaldandi eru á hædd við tær hjá hinum oddaliðunum.
Seinasta liðið í oddastríðnum er TB, sum í løtuni er á triðja plássinum, tvey stig aftan fyri ÍF. Og tær lótu heldur ikki nakran iva vera um, at munur er á toppi og botni í bestu deildini.
Uppflytararnir úr KÍF vóru á vitjan í Trongisvági, og tær fingu valla eitt bein til jørðina. Tey bæði fyrstu settini fingu kollfirðingar bert 12 stig burturúr, og tó at støðan gjørdist nakað betri í trðja settinum, so var ongan tíð nakar ivi um, hvønn vegin tað bar.
Soleiðis sendu meistarrnir aftur tekin um, at tær so avgjørt ikki vilja lata trúnuna fara fyri einki, nú ÍF roynir at hótta, men í hesum dystinum var annað kanska ikki vænandi. Veruliga styrkisroyndin í so máta verður í Trongisvági tann 2. mars, tá ÍF kemur á vitjan. Enn hevur TB ikki megnað at vunnið á ÍF í landskappingini í ár, men skulu gullmerkini endurvinnast er hetta uttan iva mest avgerandi fortreytin.