ÍF hevur nú kvinnulið í 1.deild

Fyri fyrstu ferð síðani 2013 hevur ÍF aftur eitt kvinnulið, hesuferð í 1.deild, aftaná at verið í bestu deildini í samstarvi við Víkingi og B68

Fyri fyrstu ferð síðani 2013 hevur ÍF aftur eitt kvinnulið, hesuferð í 1.deild, aftaná at verið í bestu deildini í samstarvi við Víkingi og B68.

Á 75 ára føðingardegnum hósdagin 25.mars kundi ÍF avdúka at Alexandre da Silva Braga, vanliga bara nevndur Silva, bleiv settur sum venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá ÍF. Í 2014 bleiv Silva útbúgvin A-license venjari. Hann hevur drúgvar royndir sum fótbóltsspælari og venjari hjá eitt nú FS Vágar, 07 Vestur og HB.

Felagið kundi eisini avdúkað ein nýggjan høvuðsstuðul hjá kvinnunum. Talan er um lokala pelagiska virkið Pelagos. Í gjár tóku tær so ímóti MB í Fløtugerði og vunnu 10-0.

##med2##