ÍF hevur tapt fimm dystir á rað (FM1)

(FM1) Hoyr liðskiparan hjá ÍF, Jan Ó. Ellingsgaard seta orð á enn eitt vónbrot hjá ÍF

##med2##

- Vit hava brúk fyri at vinna ein dyst nú. Tað heldur liðskiparan hjá ÍF, Jan Ó. Ellingsgaard.

EB/Streymur – ÍF 1-0 (0-0)

1-0: Arnbjørn Hansen 77.

0-1 tapið hjá ÍF móti EB/Streymi við Margáir í Streymnesi nú var fimta tapið á rað hjá ÍF síðani 2. august. Málúrtøkan hesar fimm dystirnar er 1-12.

Jan Ó. Ellingsgaard er vónbrotin av, at ÍF heldur ikki stemplaði inn í kvøld. Liðið er í einum aldudali, og tað er hart brúk fyri einum sigri fyri at koma burturúr ringu gongdini.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Jan Ó. Ellingsgaard.

HER  ber til at hoyra Sjúrð H. Hoydal siga frá sigursmálinum hjá Arnbirni Hansen. Hoyr eiisni samrøðu við Arnbjørn Hansen, og hoyr viðmerkjaran hjá FM1 taka samanum dystin, og góða avrikið hjá Arnbirni Hansen. 

 

(Samrøða: Jan Ó. Ellingsgaard)