Føðingardagurin gav undirskot

Mánakvøldið hevði HB aðalfund, og roknskapurin fyri 2004 vísti eitt lítið undirskot, men tí var roknað við frammanundan.

Í hesum døgum hava fleiri av fótbóltsfeløgunum kring landið aðalfund, og mánakvøldið høvdu greipuvinnararnir úr HB sín regluliga aðalfund. Ikki óvæntað var eitt lítið undirskot á roknskapinum, sum skyldast hátíðarhaldinum í sambandi við 100 ára føðingardagin hjá felagnum í fjør.

Eru nøgdir
Formaðurin í HB, Birgir Enghamar, sigur, at í HB eru tey tó væl nøgd við úrslitið, tí tey høvdu roknað við einum undirskoti í sambandi við føðingardagin.
- Nú hevði móðurfelagið undirskot upp á góðar 100.000 krónur, men hinvegin hevði partafelagið Havnar Fótbóltur, sum rekur 1. deildarliðið, og eisini hevði aðalfund mánakvøldið, yvirskot, og leggja vit úrslitini hjá hesum báðum og HB-stuðlum í ein pott, so gevur tað tilsamans eitt yvirskot, sigur Birgir Enghamar.
Ein lítil útskifting var eisini í nevndini í HB. Kassameistari felagsins seinnu árini, Petur Ove Johannesen, takkaði fyri seg eftir lokna tænastu, og í hansara stað varð valdur Teitur Johannesen, sum hevur verið tiltakslimur frammanundan. Hin tiltakslimurin í nevndini, Sámal Hansen, fór eisini frá, tí hann fer í annað álitisstarv í felagnum, sigur Birgir Enghamar.
Í staðin fyri teir báðar vóru vald Bjørg Joensen og Helgi Nielsen.

Nýtt búmerki
Á aðalfundinum legði trúfasti skrivarin hjá HB, Marni Mortensen, eisini fram eitt uppskot um nýtt búmerki til felagið. HB hevur í mong ár havt eitt búmerki, sum eingin kennir søguna hjá, men í fjør var so gjørt eitt serligt 100-ára jubileumsbúmerki.
Felagið metti, at rættast var at gera eitt uppskot til eitt nýtt búmerki, og tað hevur Marni Mortensen so tilevnað. Síðani hevur Team 85 reinteknað merkið, og mánakvøldið var uppskotið so lagt fyri aðalfundin.
Fundurin tók væl undir við nýggja búmerkinum, sum bleiv einmælt samtykt. Nýggja búmerkið ímyndir Tórs hamar í einum reyðum og svørtum ringi, har tað stendur HB og 1904.
Sum áðurnevnt hevði partafelagið Havnar Fótbóltur eisini aðalfund mánakvøldið, og har vóru tveir av nevndarlimunum útskiftir. Høgni Mikkelsen og Jan Gaard Joensen takkaðu fyri seg, og tí teirra stað vóru valdir Bjarni Kyster og Hallur Danielsen.