Fólk grótu illa

Konsertin við Eivør Pálsdóttir, Guðrun Sólju Jacobsen og Lenu Andersen í Keypmannahavn í vikuskiftinum var stak væleydnað.
Tá tær tríggjar havfrýrnar endaðu konsertina, við saman at syngja Blómuna hjá Poul F. Joensen og Hanus Johansen, grótu fólk í salinum. Vakurleikin var so fullkomin.
Guðrun legði fyri við at spæla eitt akkustiskt sett, síðan spældi Eivør eitt akkustiskt sett og áðrenn fari varð til hálvleik, spældi Lena somuleiðis akkustiskt.
Tá steðgurin var av, spældu songkvinnurnar aftur í somu raðfylgju, men hesa ferð við ravmagnsljóði.
Tá Lena endaði sín part, komu Guðrun og Eivør eisini á pallin, og saman sungu tær um blómuna hjá Poul F. Joensen.