Funky Faroe Islands
Tiltakið “At Fóta Sær Í London”, ið Menningarstovan skipaði umfataði m.a. pallborðsfundin “A Small Fish In A Big Pond”, har evnið um hvussu ein lítil føroyskur sniðgevi, kann klára seg á stóra altjóða marknaðinum, varð umrøtt.
Pallborðið var mannað av kendum og virdum andlitum í mótaídnaðinum í Bretlandi: Sniðgevanum Susan Brackhouse, ið sjálv hevur roynt at byrja egið virkið og hevur fingið virkið at yvirliva eisini eftir tey fyrstu árini. Hilary Riva, ið umframt at vera forkvinna í British Fashion Council hevur arbeitt við klædnasølu í eitt mannaminnið, Melanie Winning, ið er stylistur og make-up artistur og hevur arbeitt nógv í mótavinnuni, Sarah Musgrove, ið er strategiskur ráðgevi, og livur av at marknaðarføra sniðgevar og antropologinum, mótablaðkvinnuni og sniðgevanum av hundafrakkum Wendy Scott, sum eisini hevði skipað fyri hesum partinum av tiltakinum.
Drúgvu og umfatandi royndirnar hjá pallborðsluttakarunum gjørdu fundin sera áhugaverdan. Talan var um fimm luttakarar, ið einki serligt kendu til Føroyar ella føroyskan móta, men nógv av ráðunum, snúðu seg um hvussu tú fótar tær í mótavinnuni í London.
Pallborðsluttakararnir tyktust á einum máli um, at skalt tú klára teg innan mótaídnaðin, so krevst at fíggjarligu og handilsligu partarnir av tínum virksemi verða væl røktir. Skalt tú hava fígging til nakað sum helst, krevjast fíggjarætlanir og virkisætlanir, ið grundgeva fyri tínum virki. Hesi evnið hava nógvir sniðgevar ikki og í tílíkum førum, er ofta gott at fáa sær ein samstarvsfelaga, ið kann røkja hesar uppgávur.
- Skalt tú fáa eitt virki at bera seg, er neyðugt, at tú megnar at halda kundan nøgdan, hetta merkir t.d., at tú skalt kunna levera vøruna í øllum støddum og litum, tá onkur bíleggur hana, at tú skal halda avtalur, og vera til at lýta á, segði Hilary Riva.
Susan Brackhouse vísti á, at hetta tó bert var galdandi, um tú ætlaði tær at liva av tínum sniðum. Hon vísti á eitt dømi, har hon hevði luttikið á einum verkstaðið fyri sniðgevar. Tey sótu og góvu hvør øðrum ráð um, hvussu tey skuldu reka síni virkir. Tá tey fóru at tosa um sølu av sínum klæðum, meldaði tann kendasti sniðgevin teirra millum pass. Tí hóast hann var eitt stórt navn í mótaídnaðinum og hansara snið vóru á catwalkinum á størstu mótamessunum, so hevði hann ongantíð selt somikið sum eitt einasta plagg. Her var tað navnið og umdømið, ið vóru avgerandi.
- Tað er júst hetta sum er munurin á list og handilsligum virksemið, viðmerkti Hilary Riva.
Skalt tú reka eitt virkið er eisini sølufremjan av sera stórum týdningi. Susan Brackhouse segði, at sjálvt miðal snið kunnu verða seld, um bert sølufremjandi arbeiðið er nóg gott, meðan bestu sniðgevarnir kundu detta niður ímillum, um marknaðarføringin ikki var nóg góð. Sarah Mushgrove, ið til dagliga starvast sum PR fólk hjá Versace, segði, at vit ikki máttu gloyma hvussu góð okkara søga er.
- Hvaðani ert tú frá? Hetta er ein av teimum fyrstu spurningunum, ið tú tú spyrt onkran, og tit eru úr einum landi, ið flestu fólk einki vita um, ja, tey vita ikki hvar landið liggur. Tað er tað sermerkta, ið er lættast at selja, og tykkara søga er sera sermerkt, segði Sarah Musgrove.
Tað er í veruleikanum lættari at gera vart við teg í London, sum føroyingur enn, um tú ert úr onkrum lítlum enskum býi.
- Fólk keypir ikki klæði men upplivingar, tey keypa hvussu tey kenna seg í tínum klæðum, og her eru søgurnar týdningarmiklar segði Sarah Musgrove. Hon greiddi frá, at hon var sjálv úr New Foundlandi, og tí var hon uppvaksin við at binda.
Tað er nógv sál er í binding, og um man kann fáa fram hvussu kensluborið hetta var, og samstundis geva tí ein modernaðan vinkul, so hevði hetta verið sera gott stoff, segði háttvirda PR konan.