-Fólk mugu sleppa at siga sína hugsan

Hóast forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag, Ingeborg Vinther, heldur, at tað er ov lítið at spyrja 500 fólk , so tekur stjórin á Gallup-Føroyar ikki undir við henni. Vit hava haldgóð prógv fyri, at 500 fólk er nóg mikið, sigur Ellindur Egilstrøð

Eftir spurnarkanningina hjá Gallup fyri Vinnuhúsið um viðurskiftini á føroyska arbeiðsmarknaðinum, hevur nakað av kegli verið um sjálva kanningina.
Forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag, Ingeborg Vinther, hevur skýrt tey svarandi fyri ikki at vita, hvat tey svaraðu. Serliga svarini til spuriningin, um fólk ynsktu ein serliga rætt settan á stovn, til at taka sær av ósemjum, metti Ingeborg ikki verða álítandi. Hon vísti á, at høvdu fólk kent avleiðingarnar av einum arbeiðsrætti, høvdu ikki svarað, sum tey gjørdu.
Til tann spurningin, svarar Ellindur Egilstrøð, at tað kann vera
torført at taka støðu til ymiskar spuringar, og vita hvussu ymiskt nýtt ferð
at virka, men her er tað uppgávan hjá teimum avvarandi at upplýsa fólki, so
fólki kann taka støðu til ymisk samfelags mál, sigur Ellindur Egilstrøð

Ein kanning um mánaðin
Gallup-Føroyar ger eina sokallaða Omnibus kanning hvønn mánað, har ringt
verður til 500 tilvildarlig fólk yvir 15 ár um eitt hvørt evni. Omnibus er
latín og merkir "fyri øll", tvs., øll kunnu hava spurningar við í Omnibus
kanningini og hevur Vinnuhúsið nýtt møguleikan at vera við í juni Omnibus
kanningini.
-Til trætuna, um hvørt Vinnuhúsið kann gera eina kanning um eina støðu,
har felagið sjálvt er innblandað, hava vit onga støðu til. Eg haldi tó,
at fólk mugu sleppa at siga sína hugsan um viðurskifti í samfelagnum, og tí
meti eg tað ikki verða rætt í hesum førinum av Ingeborg, tá hon sigur, at
Vinnuhúsið ikki skal gera kanningar ið eisini umfata teirra limir, greiðir
Ellindur Egilstrøð frá.

500 er nóg mikið
Í Sosialinum mikudagin vístu vit á, at vanliga verður mett, at 1000 fólk skulu spyrjast, um spurnarkanningarnar skulu verða haldgóðar. Ingeborg Vinther hevur eisini verið í fjølmiðlunum og borið fram, at 500 fólk er ov lítið, men stjórin á Gallup-Føroyar vísir hesum aftur.
? Fólk frá Gallup í útlondum hava gjørt stikkprøvakanningar í Føroyum, og tær kanningarnar vórðu sera væl eydnaðar, og afturat hava vit haldgóð prógv fyri, at 500 fólk er nóg mikið, og tí kann eg ikki taka undir við kritikkinum hjá Ingeborg, sigur Ellindur Egilstrøð at enda.