Fólk nýttu friðin

Fríggjakvøldið var aftankvirra í Havnar kirkju, har fólk kundu hvíla eina løtu frá dagsins stríði og bert njóta friðin í sera hugnaligum umhvørvi

Síðani í summar hevur verið skipað fyri aftankvirru í Havnar kirkju, fyrsta fríggjakvøld í hvørjum mánað. Hetta var so fyrsta aftankvirran í 2007.
 
Aftankvirran byrjaði kl. 21 við einari stillari løtu til kl. 22, har fólk kundu sita í friði fyri seg sjálvi og nýta løtuna til umhugsan og meditatión.
 
Frá klokkan 22 spældi Ólavur Jakobsen, tónleikari, nøkur friðarlig gittarløg í umleið hálvan tíma. Síðan hevði Theodor E. D. Olsen, gudfrøðilesandi, eina andakt, har hann m.a. tók saman um jólaboðskapin um Jesus sum frelsara heimsins.
 
Aftaná var kaffi at fáa í forkirkjuni, har fólk kundu heilsa upp á hvønn annan og fáa eitt hugnaligt prát.
 
Hesi tiltøk hava fingið góða undirtøku, sigur Helgi í Brekkunum, sum er limur í kirkjuráðnum í Havnar kirkju.
 
Eitt sera hugnaligt tiltak har fólk kunnu njóta friðin og fáa eitt orð við vegnum.
 
mg