Fólk noyðast at bíða longri eftir hjálp

Í fleiri ár hevur Almannastovan stríðst fyri at kunna geva fólkið eina betri tænastu, men nú er alt fullkomiliga fallið til jarðar

Almannastovan

Nú fer tað at taka nógv longri hjá fólki at fáa hjálp frá Almannastovuni.
Tað er ein avleiðing av teimum sparingunum, sum landsstýrið nú ætlar at seta í verk á Almannastovuni
Sosatt ætlar landsstýrið at seta sparingar í verk, sum raka tey veikastu í samfelagnum.
Í sambandi við fíggjarlógina fyri næsta ár, ætlar landsstýrið at játtað Almannastovuni so mikið lítið av peningi, at tað verður neyðugt at siga seks-átta fólkum úr starvi.
? Hetta er í veruleikanum ein rættiliga stór sparing, sigur Birgit Christiansen, sum er álitisfólk á Almannastovuni.
Hon vísir á, at í Havnini eru tey eini 70 fulltíðarstørv, so talan er um eina sparing ið nærkast 10%.
Og hon sigur, at hetta fer at fáa stórar avleiðingar fyri virksemið hjá Almannastovuni.
Hon vísir á, at Almannastovan hevur verið illa undirmannað frammanundan.
? Vit hava verri enn so havt tað starvsfólkatalið sum skal til fyri at kunna geva viðskiftafólki okkara ta tænastu, sum vit halda, at tey eiga at fáa frá okkum.
? Í løtuni er støðan tann, at fleiri deildir á Almannastovuni als ikki klára at røkja sína uppgávu og sum tískil hava ógvuliga trupult við at avgreiða tey mál, tey fáa til viðgerðar.
? Og tað er ongin ivi um, at verða ætlaðu sparingarnar nú settar í verk afturat, fer tað at taka munandi longri tíð hjá Almannastovuni at avgreiða umsóknir frá fólki um hjálp, sigur hon.
Í hesum sambandi kann viðmerkjast, at Almannastovan hevur áður fingið átalu frá sjálvum Løgtingsins Umboðsmanni, júst tí hon er so sein at avgreiða mál.

Fullkomiliga fallið til jarðar
Í fleiri ár hevur Almannastovan annars arbeitt við at leggja bygnaðin um við tí endamáli at kunna veita borgarum eina betri tænastu.
? Verða hesar sparingarnar settar í verk, er alt tað arbeiðið fullkomiliga fallið til jarðar, sigur Birgit Christiansen.
Hon sigur, at í høvuðsheitum eru tað málsviðgerarar, sum verða sagdir úr starvi og tað fer at fáa stórar avleiðingar fyri avgreiðslutíðina.
Samstundis vísir hon á, at metingarnar vísa, at tíðirnar kanska fara at versna eitt sindur nú.
? Og tað er júst í verri tíðum, at tað er enn meiri brúk fyri Almannastovuni.
Birgit Christiansen sigur, at frammanundan er støðan á Almannastovan tann, at fleiri starvsfólk føla, at tey strekkja ikki til.
? Og tað eru eisini starvsfólk, sum í ár hava tikið sær tær vánaligu arbeiðsumstøðurnar so nær, at tey hava sagt upp, uttan at hava annað arbeiði at fara til.
? Starvsfólkið á Almannastovuni hevur við menniskju at gera og tað eru mangan svárir trupulleikar, sum hesi menniskjuni hava at dragast við. Tí er tað ómetaliga tyngjandi fyri starvsfólki, táið tey føla, at tey ikki megna at hjálpa hesum fólkunum so væl, sum tey eiga.
Og bara í ár hevur hetta havt tær avleiðingar fyri nøkur starvsfólk, at tey heldur eru sjálvboðin farin út í arbeiðsloysi, enn at at tey hava orkað at hildið fram at arbeiða undir so vánaligum umstøðum, sum Almannastovan hevur at bjóðað, tí tey klára ikki at liva við tí.
? Og nú enn fleiri sparingar skulu setast í verk, verður støðan enn verri, so tað sær alt annað enn gott út.
Birgit Christiansen leggur afturat, at tað undrar hana almikið, at tað júst er ein samgonga við javnaðarflokkinum á odda, ið tekur stig til so stórar sparingar á Almannastovuni, tí er tað nakar flokkur, ið hevur sosiala trygd og umsorgan fyri teimum veiku, ovast í sínum skjøldri, er tað júst javnaðarflokkurin.
Ì sæð í hesum ljósinum eru sparingarnar eitt vónbrot hjá álitisfólkinum á Almannastovuni.
Og kortini hevði hon ikki væntað annað, tí hon heldur at politiskt hevur tað ligið í kortunum, at tað skuldi sparast.
? Og politikarar plaga ikki at kanna eftir, hvar tað ber til at spara og, hvar tað ikki ber til. Teir spara yvir ein kamb við sláimaskinuni og so er tað liðugt.

Sparingar lagdar saman
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almannamálum, sigur, at tað hóvar honum illa at spara hjá Almannastovuni, men at hon má taka sín part av sparingunum, sum verða gjørdar allastaðni á fíggjarlógini.
Men hann sigur eisini, at sparingarnar hjá Almannastovuni næsta ár eru 838.000 krónur, men tað, sum er hent, er, at sparingar, sum áttu at verið framdar í ár, eru skumpaðar fram til næsta ár og tí verður talan um at siga 6-8 fólkum úr starvi.
Vit hava meiri frá Landsstýrismanninum um Almannastovuna í blaðnum í morgin.