Vikuskiftið gekk friðarliga fyri seg hesaferð. Okkurt smávegis ferðsluóhapp var. Leygarnáttina klokkan 1 rendi ein bilur í bilverjuna við Áir. Bilurin fór sera illa, og tvey fólk vórðu koyrd á sjúkrahúsið. Tey høvdu tó ikki fingið nøkur álvarslig mein.
Annars vóru átta smá ferðsluóhapp, har ið einans skrokk-skaðar vóru avleiðingin.
Tað er vorðið vanligt, at fólk rýma frá ferðsluóhappum. Tað hendir, at onkur ger skaða á ein annan bil, og at viðkomandi ikki sigur frá, frætta vit frá vakthavandi á løgreglustøðini í Havn. Hetta er sera keðiligt hjá viðkomandi, sum eigur tann meiðslaða bilin. Løgreglan heitir tí á øll um at geva seg til kennar, um tú hevur verið í einum ferðsluóhappi. Hetta eisini, um tú hevur meinslað ein annan bil.
Á Fjarðastevnuni í Vestmanna gekk alt friðarligt og væl fyri seg. Einki var skrivað í døgnfrágreiðingini.