At vera 7 og 8 ára gamal og í føroyskum klæðum er ikki bara lætt, tá fólk vilja taka myndir av sær í heilum.
"Meðan vit hava sitið her í ein tíma, hava ið hvussu so er yvir 20 fólk tikið myndir av okkum," sigur 8 ára gamli Jónas við einum suffi, men sum tó hevur hildið tað verið stuttligt.
"Um vit høvdu fingið pengar fyri allar myndirnar, so høvdu vit verið ríkir nú," sigur 7 ára gamli Høgni og leggur aftrat, "eg spurdi ein, um eg kundi fáa dollarar afturfyri. Men eg fekk einki."
Hóast teir báðir vinmenninir ongar pengar hava fingið fyri sína stuttu modelkarrieru á ólavsøku, so hava teir tó havt eitt sindur av pengum at gera gott fyri ólavsøkudagarnar.
"Eg fekk 100 krónur frá ommu, so eg havi prøvað alt møguligt. Í gjár skeyt eg pílar eftir ballónum og hjørtum, sum man skuldi raka. Eg rakti mitt í, so eg vann eina lítla bláa bamsu," sigur Høgni.
"Í dag fari eg at fiska pakkar," sigur Jónas, áðrenn hann verður avbrotin av vinmanninum, "skalt tú ikki eisini koyra go-kart?"
"Nei, tað gjørdi eg í gjár, so í dag fari eg at gera ymiskt annað," svarar Jónas, áðrenn teir fóru víðari við mammum teirra.