Samrøða
Klaksvíkar býráð hevur nú skipað seg, og sum avtalað frammanundan millum Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin í nýggju samgonguni, verður Gunvá við Keldu nýggjur borgarstjóri. Hon tekur við 1. januar 2009, tá Steinbjørn Ó. Jacobsen leggur frá sær.
- Vit eru 11 fólk í býráðnum, harav tey sjey eru nýggj og tað fyrsta, sum vit koma at gera, verður at seta okkum inn í viðurskiftini í kommununi.
Hetta er aðru ferð, at Gunvá er vald inn í Klaksvíkar býráð, men fyrst í hesum árinum tók hon seg úr samgonguni, tá hon kendi á sær, at hennara sjónarmið um eitt nú fíggjarstýring og onnur viðurskifti ikki vórðu hoyrd.
Góður stemningur
- Eg haldi, at stemningurin í býráðnum at fara undir hesi komandi fýra árini er góður, og tað er við góðum treysti, at eg nú taki við borgarstjórasessinum.
Gunvá ásannar, at hetta er ein onnur tíð, enn tá hon varð vald í býráðið fyri fýra árum síðan.
- Eg eri sera spent upp á hesa uppgávu, sum liggur fyri framman. Fíggjarligu útlitini tykjast eitt sindur ivingarsom, og hetta fer at krevja rygg til at standa á odda fyri kommununi. Á hinari síðuni er hugsandi, at krøvini gerast minni, tí fólk vænta sær kanska ikki so nógv.
Hon vísir á, at tað sjálvandi kann vera stuttligt at stýra í uppgangstíðum, tá møguleikar eru at fremja nógv ting í verki og kanska seta út í kortið framtíðarætlanir fyri eitt nú býin.
- Slíkar tíðir hava vit havt nú í nøkur ár, og vit kunnu altíð røða um, hvussu vit hava dugað at brúkt teir møguleikar, ið góvust. Tað krevur so sanniliga eisini gott hegni og hepna hond at stýra í uppgangstíðum, tá mong vænta, at næstan eingi mørk eru fyri, hvat ber til.
Ivingarsom útlit
Komandi borgarstjórin sigur, at samstundis, sum raksturin av Klaksvíkar kommunu er tungur, eru útlit til minkandi inntøkur, nú virksemið í samfelagnum er stagnerað og helst verður nakað minni, enn tað er í dag.
- Enn hava vit tó ikki staðfest, at inntøkurnar eru minkaðar nakað serligt, og vit vita ikki í løtuni, hvussu verður við virkseminum á Kósini og teimum seks skipunum, sum vóru heimahoyrandi her norðuri, men sum Føroya Banki nú eigur.
Hon ásannar, at Kósin hevur stóran týdning fyri nógvar familjur í Norðoyggjum, og tað hava hesi seks skipini sjálvsagt eisini.
- Klaksvíkin er neyvt tengd at fiski-og útróðrarvinnuni, bæði á sjógvi og landi, og her kunnu ting broytast eftir lutfalsliga stuttari tíð.
Gunvá væntar tí ikki, at inntøkurnar úr fiskivinnuni kunnu veksa, soleiðis sum støðan er beint í løtuni.
- Men eg meti, at vit hava aðrar møguleikar, sum kunnu gera, at vit varðveita og kanska kunnu styrkja um okkara inntøkugrundarlag. Hetta verður ein av spurningunum, sum vit í býráðnum fara at taka upp.
Nýggir møguleikar
Komandi borgarstjórin er varin við at siga, hvar hon heldur, at øktir inntøkumøguleikar kunnu liggja, men hon heldur eitt nú, at havnalagið í Ánunum onkusvegna eigur at kunna kasta meira av sær.
- Síðan vit fingu undirsjóvartunnil, er allur vøruflutningur farin eftir vegnum – og ikki um havnaløgini. Hetta merkir, at kommunan ongar inntøkur hevur av eitt nú teimum farmaskipum og vørum, sum áður komu og fóru.
Gunvá heldur tað ikki vera rættvíst, at
flestu havna-og vørugjøld skulu enda í høvuðsstaðnum, tá hetta er útflutningur, sum kemur úr ymiskum økjum í landinum – eins og innfluttar vørur enda í ymiskum økjum.
- Eg dugi ikki at siga, hvat vit kunnu gera við hetta, og eg veit heldur ikki, hvat landspolitikarar halda um henda spurning. Sjálv kundi eg hugsað mær, at vit høvdu ein býtislykil sum segði, hvussu stórur partur av hesum gjøldum eiga at liggja eftir í høvuðsstaðnum, har skipingin fer fram, og hvussu nógv eigur at liggja, haðani vørurnar koma ella fara.
Ferðamannavinna
Av inntøkumøguleikum annars, sum kundu havt tilknýti til nýggju havnina í Ánunum, er ferðafólkavinna.
- Vit hava gjørt eina atløgu, sum eisini Norrøna kann brúka. Skipið hevur verið her nakrar ferðir, men vit kunnu ikki siga, at vit hava sæð nógv til hana. Í aðrar mátar er hugsandi, at vit í størri mun og uppá longri sikt kundu fingið ferðamannaskip norður higar í summarhálvuni, men hetta er nakað, tú ikki byggir upp eftir stuttari tíð, men yvir nøkur ár.
Gunvá heldur, at tað nyttar so lítið í dag at røða um, hvørt íløgan í Ánunum er skilagóð ella ikki.
- Íløgan er har, og nú eiga vit at gera tað, vit kunnu, fyri at fáa sum frægast burtur úr. Málið má jú vera, at íløgan í framtíðini rindar seg aftur.
Røtt avgerð
Vit spurdu eisini Gunvá, hvør ítøkiliga orsøkin var til, at hon í januar mánaða í ár gjørdi av at taka seg aftur úr býráðssamgonguni?
- Tað vóru nógv ymisk viðurskifti, ið viðvirkaðu til mina avgerð, og ein partur var fíggarliga stýringin av kommununi. Eg føldi, at stýringin ikki var nóg neyv, og tá eg aftur og aftur gjørdi vart við míni sjónarmið, sum slett ikki vórðu hoyrd, tók eg avleiðingarnar av støðuni og trekti meg.
Hon sigur, at hetta var ikki ein avgerð, hon tók yvir eina nátt, men ein væl umhugsað avgerð, sum eg framvegis haldi var røtt.
- Býráðið tók eitt nú avgerð um at leggja 9 miljónir krónur á Viðareiði, sum slett ikki er partur av Klaksvíkar kommunu – og samtykt varð eisini at brúka nógan pening í Svínoy, sum nú kortini verður partur av Klaksvíkar kommunu. Støðan við ætlaðu íløguni í Svínoy er tí eitt sindur øðrísi í dag, leggur hon aftrat.
Gunvá var eisini ímóti ætlanini at leggja fólkaskúlarnar saman og hava eina einstreingjaða leiðslu, sum er í stríð við lógina.
- Trupulleikin var, at míni sjónarmið ikki vórðu hoyrd. Eg eri ikki tann, sum leypir frá orðum og ábyrgd. Soleiðis, sum støðan var, kendi eg á mær, at eg antin mátti hanga í og onga ávirkan hava – ella at eg trekti meg, tí eg ikki kundi standa “modell” til tað, sum fór fram.
Órættvís viðgerð
Gunvá sigur, at seinastu 10 árini eru inntøkurnar hjá Klaksvíkar kommunu tvífaldaðar.
- Stýringin á útreiðslusíðuni hevur ikki verið nóg neyv. Vit hava ikki í nóg stóran mun sett okkum spurningin, hvat vit í veruleikanum hava havt ráð til. Hetta gekk so leingi, sum lánistovnarnir “spældu” við. Tá teir ikki vóru við meira, kom stýgur í.
Komandi borgarstjórin heldur kortini, at kommunan kom í eitt keðiligt ljós uppundir kommuvalið, tí veruleikin er, at lánsskuldin er ein álíkning, ið er tað, sum kommununi er loyvt.
- Tað eru fleiri kommunur, sum skylda eina álíkning, og tí kunnu vit í dag siga, at okkara kommuna uppundir valið kom í størri “fokus”, enn grundarlag var fyri.
Í trygga legi
Hon sigur, at seinast í nítiárunum og fyrstu árini eftir av ár 2000 gekk væl at rinda niður á kommunuskuldini, men seinastu 6-8 árini er skuldi aftur bara vaksin.
- Í sínari tíð skyldaði Klaksvíkar kommuna uppí fleiri álíkningar, men soleiðis er ikki í dag. Tí er tað ikki rætt, at kommunan er so illa fyri, sum mong halda. Eg havi átikið mær eina stóra og spennandi uppgávu, og eg fari saman við hinum í býráðnum at gera mítt best fyri, at vit skulu fáa kommuna í eina trygga og skilagóða legu, sigur Gunvá við Keldu.