Fólkaatkvøða í 2001

FULLVELDISSAMRÁÐINGAR: Føroyska fólkið sleppur næsta ár at taka støðu til, um Føroyar skulu loysa frá Danmark. Samráðingar verða ikki aftur millum stjórnina og landssstýrið, fyrr enn fólkaatkvøðan hevur verið, og samráðingar verða bert, um føroyingar velja at loysa


Samráðingarfundurin millum stjórnina og landsstýrið er nú liðugur, og tað ber til at staðfesta, at einki spurdist burturúr hesum fjórða samráðingarumfarinum, sum eisini gjørdist tað síðsta millum landsstýið og stjórnina í hesum umfarinum.

Sambært landsstýrinum vil stjornin ikki ganga føroyingum á møti í spurninginum um, hvørt Føroyar eru ein tjóð ella ikki, og hetta vil landsstýrið ikki lata sær lynda. Landsstýrið fer tí til hús nú, og í einari yvirlýsing boðar landsstýrið frá, at fólkaatkvøða verður um ríkisrættarligu støðuna næsta ár.

Tá skal føroyska fólkið gera av, um Føroyar skulu loysa frá Danmark. Landsstýrið sigur, at tekur ein meiriluti undir við, at Føroyar loysa, so fer landsstýrið eftir hetta at taka upp aftur samráðingar við Danmark til tess at eftirlíka ynskinum hjá meirilutanum í Føroyum.

Landsstýrið fer at boða Sameindu tjóðum frá, at ein fólkaatkvøða um loysing verður í Føroyum næsta ár.