Fólkið í Føroyum skal taka støðu til eitt stjórnarlógaruppskot longu næsta heyst
Samgongan hevur sett sær fyri at gera eina stjórnarskipanarlóg, sum staðfestir samleikan og rættindini hjá føroyingum.
Arbeitt hevur verið við hesum í nógv ár, men ongantíð er komið á mál.
Nú skal arbeiðið gerast liðugt og longu næsta ár skal málið leggjast út til fólkaatkvøðu.
Hetta stendur eisini í samgonguskjalinum, men løgmaður kunngjørdi enn einaferð fólkaatkvøðuna í ólavsøkurøðuni í dag.
Hann bjóðaði alari tí politisku skipanini at vera við. Ivasmt er kortini um nøkur semja fæst um hetta mál, tí longu tá ið innbjóðingin kom frá løgmanni, segði Sambandsflokkurin seg ivast í um hann fer at luttaka í arbeiðnum.
Tað veldst um, um talan er um stjórarskipanarlógin verður innanfyri ella uttanfyri donsku grundlógina.