Fólkaatkvøða sum samgongukitt

Herfyri eydnaðist samgonguflokkunum at halda saman og geva almenninginum fatan av, at tað gongur væl í landsstýrinum og eru flokkarnir samdir um at broyta politikkin í sambandi við framtíðarstøðu Føroya. Á tíðindafundi varð kunngjørt, at nú hevði samgongan valt at sigla millum skerini í fullveldismálinum men tó við somu kós. Dagin eftir "semjuna" fór varaløgmaður út í bløðini og legði ávíst áramál fram. Tað fekk øði í løgmann, sum setti varaløgmann uppá pláss. Tað rætta hevði verið, um andstøðan varð tikin uppí samgonguna so ella so - ella at úrskrivað varð nýval. Ístaðin fyri vit eina neyðloysn, har ein nýggjan sjálvstýrisætlan - eitt slag av stig fyri stigætlan - skal avloysa fullveldisætlanina.

Tað er eingin loyna, at ósemja er í Tinganesi. Tað trýst, ið baklondini í Fólkaflokkinum og Sjálvstýirisflokkinum, hava lagt á síni umboð, hevur tvingað Tjóðveldisflokkin til antin at góðtaka broytta politikkin ella at fara. Innanhýsis í Tjóðveldisflokkinum er sjálvsagt stór ónøgd við formann floksins, sum hevur verið noyddur at boyggja seg fyri kravinum frá løgmanni. Formaður Tjóðveldisfloksins er sjálvur l sekur í, at hansara egnu fólk nú krevja, at hann ikki letur løgmann trýsta seg ov langt til eina "breiða semju" loysn. Hóast sami formaðurin fyrr hevur gjørt vart við, at Tjóðveldisflokkurin hevur flutt seg langt fyri at fáa eina semju, átti hann at vitað, at handfaringin av fullveldismálinum hevur verið alt ov snævurskygd og alt ov nógv merkt av, at Tjóðveldisflokkurin skuldi eiga æruna av komandi útviklingi.

Trýst elvir til móttrýst, og tað er júst tað, ið er hent í málinum, bæði innanhýsis í Føroyum og millum Føroyar og Danmark. Og størsta mistakið gjørdi Tjóðveldisflokkurin, tá hann ikki gjørdi meira fyri at fáa Javnaðarflokkin við í landsstýrið. Tað er har vit skulu finna veruligu orsøkina til verandi støðu. At flokkurin seinni eisini gekk við til at koyra formann Javnaðarfloksins frá sum formann í Uttanlandsnevndini og seta ein av sínum egnu í henda fyri demokratisku gongdina týðandi sess, var enn eitt stórt mistak.

Nú liggur Tjóðveldisflokkurin sum hann hevur reitt. Hann hevur bert eitt at gera og tað at vera løgmanni lýðin. Eftir skorflongjuna fyri at hava útmeldað seks ára áramálið fyri nýggju ætlanini fer neyvan at koma nógv ítøkiligt frá hansara síðu. Tó so - fólkaatkvøðan skal nú snikkast til, so hon m.a. kann bjarga andlitið hjá ikki minst tjóðveldisformanninum. Vit bera ótta fyri, at einasta orsøk til at koma við eini fólkaatkvøðu nú alt er vent í málinum er fyri at kunna halda samgonguni saman. Ein fólkaatkvøða átti at verið alt ov álvarslig til at verða brúkt sum samgongukitt.


Sosialurin