Í Portugal hava tey eina sera stranga lóg, tá tað snýr seg um fosturtøku, men í morgin fer tjóðartingið at taka støðu uil, um fólkið skal sleppa at siga sína hugsan um at gera lógina eitt sindur linari. Eftir galdandi lóg kunnu kvinnur ikki fáa fosturtøku, sjálvt um tær eru vorðnar við barn undir neyðtøku, ella um lívið hjá kvinnuni er í vanda. Í 1998 var fólkaatkvøða um broytingar, men tá var luttøkan so lítil, at málið datt burtur.