Kristina Háfoss
Fólkatingsvalevni Tjóðveldisfloksins
?????
Mest átroðkandi politiska málið, ið virkast skal til frama fyri á Fólkatingi - og í Føroyum - er at halda fólkaatkvøðu í Føroyum, samstundis sum danir fara til fólkaatkvøðu um ES-grundlógina.
ES-parlamentið hevur samtykt nýggja ES-grundlóg og alt bendir á, at Dan-mark í næstum fer at hava fólkaatkvøðu um at gerast partur av ES-grundlógini, og um at siga frá sær tey undantøk, ið Danmark nú hevur mótvegis ES. Alt bendir somuleiðis á, at danir fara at taka undir við hesum, og harvið verður valdið tá umræður eitt nú donsk og føroysk rættarmál, gjaldoyramál og uttanríkis- og trygdarmál flutt úr Danmark til ES.
Av tí at Føroyar hava latið donskum myndugleik-um uppí hendur at umsita eitt nú rættarmál og uttanríkis- og trygdarmál, og danskir myndugleikar í næstum helst fara at lata hesi mál til ES at avgera, er alneyðugt at føroyingar taka støðu til hetta so týð-andi mál.
Greiðasti mátin at geva føroyingum høvi at siga sína hugsan, er at halda fólkaatkvøðu í Føroyum um at taka heimildirnar tá umræður rættarmál, uttanríkis- og trygdarmál v.m. heimaftur til Føroya, samstundis sum danskir myndugleikar flyta hesar heim-ildir til ES.
Føroyar eru ikki limir í ES og fáa tískil onga ávirkan á tey mál, ið verða avgjørd av og í ES. Hartil kemur, at møguleikin fyri at taka valdið, tá umræður føroyskan uttanríkis- og trygdarpolitikk v.m. heimaftur, gerst eisini sera fjarur um hetta vald verður hjá ES heldur enn donskum myndugleikum í framtíðini.
Tí er tað so avgerandi neyðugt, at føroyingar fáa høvi at velja ímillum, um føroyskur uttanríkis- og trygdarpolitikkur v.m. skal rekast úr ES ella úr Før-oyum íframtíðini.
Føroyingar mugu og skulu avgera lagnuna hjá hesum so týðandi máli fyri Føroyar.
Hetta skulu føroyingar fáa høvi til á fólkaatkvøðu - helst longu í 2005.
Les meira á heimasíðu míni: www.hafoss.com