- Eg veit ikki, um hetta fær nakrar avleiðingar fyri samgonguna, sigur løgmaður. Formaðurin í Fólkaflokkinum vil fyribils ongar viðmerkingar gera til uppsøgnina av Jacob Vestergaard. Fólkaflokkurin fundast nú um málið Tað er ikki greitt, um uppsøgnin av landsstýrismanninum hjá Fólkaflokkinum fær nakrar avleiðingar fyri samgonguna millum Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin.
- Eg veit ikki, um hetta fær nakrar avleiðingar fyri samgonguna. 19. Januar er framvegis mítt best boð upp á eitt løgtingsmál, men nú mugu vit síggja, hvussu politiska støðan verður næstu dagarnar, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.
Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, vil fyribils ongar viðmerkingar gera um uppsøgnina av Jacob Vestergaard.
Fólkaflokkurin er á fundi um málið í løtuni.