Fólkaflokkurin fullur av Breivíkarum

Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi løgtingslimur, fólkatingslimur og landsstýrismaður, førir fram á Facebook, at Fólkaflokkurin hevur ein her av Breivíkarum. Hetta er enn eitt dømi um óhepna kjakmentan

Hóast Tórbjørn Jacobsen ikki stillaði upp til seinasta løgtingsval, og dagliga starvast í Runavíkar havn, so blandar hann seg framvegis dúgliga í politiska kjakið. Sum fyrrverandi næstformaður hjá Tjóðveldi, fyrrverandi landsstýrismaður, fólkatings- og løgtingslimur, viga orð hansara ikki einki, sama um tey eru skrivað ella talað.

Um dagarnar hevur Tórbjørn Jacobsen umvegis Facebook-síðu sína gjørt viðmerkingar til makrelmálið, nú tað gjørdist greitt, at einki móttøkuskip kemur til Føroya í summar. Fleiri viðmerkingar vóru til tað, Tórbjørn Jacobsen skrivaði – og onkur teirra fekk av sonnum sinnið í kók hjá fyrrverandi politikaranum.

»Fólkaflokkurin hevur ein her av Breivíkarum, eitt nú BJ (stytting av navninum, sum Sosialurin tó kennir, blðm.), sum verður uppringdur av BD (t.e. Bjarni Djurholm), ÓB (t.e. Óli Breckman) ella JN (t.e. Jørgen Niclasen) hvørja ferð tað lotar úr hanakjafti, og sendur út á markina at gera karaktermorðini, sum skulu kvala alla mótstøðu ímóti seráhugamálunum sum aftur stjórna Fólkaflokkinum og landinum við rubb og stubb«, skrivar Tórbjørn, umframt aðrar persónligar viðmerkingar, í svari til viðkomandi.

Hetta skrivaði Tórbjørn Jacobsen seint mánakvøldið á Facebook, og ófantaliga tilsipingin til høgrasinnaða hópdrápsmannin í Noregi, ið drap tilsamans 77 fólk í Oslo og oynni Utøya í Noreg tann 22. juli í fjør, stóð framvegis á Facebook-síðuni hjá Tórbirni, tá Sosialurin fór til prentingar í dag.


Onnur dømi

Óhepna viðmerkingin hjá Tórbjørn Jacobsen er enn eitt dømi, har politikkarar og almennir persónar annars ikki duga samskifta á Facebook. Áður hava vit sæð, at Kári á Rógvi, fyrrverandi formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum, rópti danska forsætisráðharran fyri eitt »r-hol«, at Levi Mørk, býráðspolitikari í Tórshavnar kommunu, førdi fram fasistisk sjónarmið og gav muslimum skuldina fyri áður umrødda sorgarleik í Noreg í fjør og at Jóna Mortensen, løgtingslimur, strikaði sína vangamynd á Facebook.


Facebook er alment

Sambært miðlafrøðinginum Høgna Reistrup, er skrivi- og talufrælsi eisini galdandi á Facebook. Hann sigur tó, at vit her enn eru á byrjunarstigi og læra av royndunum, men:

- Tað, sum politikarar skriva á Facebook, skal takast í størsta álvara, og tað er sjálvandi ein søga, um politikarar grea vart við seg við meiningum. Mín sannføring er, at tignin á lesarabrævi og Facebook er tann sama. Einasti munurin er, at kjakið gongur í størri mun fyri seg á samskiftismiðlunum og fer bara at vinda upp á seg, segði Høgni Reistrup, miðlafrøðingurin, tá Sosialurin hevði tema um evnið 18. juli.