Fólkaflokkurin í Suðurstreymoy hevur nú 10 valevni klár til løgtingsvalið, sum eftir øllum teknum í sól og mána, verður síðst í oktober.
Leggjast kann afturat, at hesuferð hevur flokkurin fulla javnstøðu á listanum og tað er neyvan hent fyrr.
Flokkurin hevði uppstillingarfund í gjárkvøldið, men fundurin gav nevndini heimild at arbeiða víðari við uppstillingini.
Eftir skipanini í flokkinum kunnu 13 valevni vera úr Suðurstreymoy, so møguliga koma trý nøvn afturat á listan.
Men tey 10 fólkini í Suðurstreymoy, sum hagartil er klár at tørna til fyri Fólkaflokkin, eru: Annika Olsen, Halla Gullfoss, Kitty May Ellefsen, Aibritt á Plógv, Majbritt Lamhauge Jacobsen, Bjarni Djurholm, Bogi Andreasen, Heini Magnussen, Hanus Samró og Jógvan Thomsen.
Tey eru øll úr høvuðstaðarøkinum, tvs, at ongi valevni eru úr Nólsoy og Hestoy.