Í orðaskiftinum á tingi mikudagin um fosturtøku segði Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður, at Fólkaflokkurin ikki tekur undir við einari liberalisering av verandi fosturtøkulóg.
Hann helt tó, at hetta er eitt álvars mál, sum skal takast upp í einum orðaskifti.
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, tók so orðið aftur og segði, at dagføring av lóggávuni ikki prinsippielt merkir, at hon skal liberaliserast.
Jákup Mikkelsen spældi út við sjónarmiðinum hjá øllum sínum flokki, meðan Annita á Fríðriksmørk nýtti høvi til at undirstrika, at hetta var hennara persónliga sjónarmið - og ikki eitt flokssjónarmið.