Fólkaflokkurin stillar 10 fólk upp í Klaksvík

Fýra kvinnur og seks menn eru á listanum hjá Fólkaflokkinum til býráðsvalið í Klaksvíkar kommunu.

 

Norðoya Fólkafloksfelag hevur havt triðja og seinasta uppstillingarfund til kommunustýrisvalið 10. november 2020.

Fólkaflokkurin hevur sitið í andstøðu seinastu tvey valskeiðini. Hóast Fólkaflokkurin vanliga er sera sterkur í Klaksvík, so megnaði Sjálvstýrisflokkurin við Jógvani Skorheim seinast at gerast størri enn Fólkaflokkin. Hesir flokkar hava hvør sínar fýra býráðslimir. Javnaðarflokkurin hevur tveir og Tjóðveldi ein.

11 fólk sita í Klaksvíkar býráð, og tí kunnu flokkarnir stilla upp 15 valevni.

Stórur spenningur er hesaferð um, hvør verður størsti flokkur og hvør megnar at skipa samgongu. Á seinasta býráðsvalið fekk Fólkaflokkurin 33,2 prosent av atkvøðunum í Klaksvíkar kommunu. Men á Løgtingsvalinum í fjør fekk hann 49,5 prosent av atkvøðunum í Klaksvík, sum hevði givið honum reinan meiraluta, um tað var á býráðasvali.

Hesi valevnir ynskja at bjóða seg fram at stýra okkara kommunu tey næstu fýra árini.

1.     Gunvá við Keldu

2.     Herfrí Sørensen

3.     Atli S. Justinussen

4.     Jóhanna Christiansen

5.     Oddmar á Lakjuni

6.     Bárður Johnsson Heinesen

7.     Símun á Høvdanum

8.     Frímund Hansen

9.     Sølva Jansdóttir Joensen

10.  Eyðstein Ó. Poulsen

Valúrsliti í Klaksvík kommunu á kommunuvalinum í 2016:

KLAKSVÍKAR KOMMUNA

(fíntalt)

Kommunuval 8. november 2016, kl. 00:00

Flokkur

Atkvøður

%

Vald

A. 

Fólkaflokkurin

1.093

33,2

4

B. 

Sambandsflokkurin

149

4,5

0

C. 

Javnaðarflokkurin

485

14,7

2

D. 

Nýtt Sjálvstýri

1.100

33,4

4

E. 

Tjóðveldi

468

14,2

1

Atkvøður   

3.305

 

Blankar/Ógild.

Valrætt/Valluttøka   

3.779

87,5%

5/5

Nývalda kommunustýrið:

Nr.

Listi

Navn

Atkv.

1

A

Gunvá við Keldu

221

2

A

Atli S. Justinussen

182

3

A

Beinir Johannesen

170

4

A

Herfrí Sørensen

100

5

C

Signhild V. Johannesen

166

6

C

Tummas Lervig

78

7

D

Jógvan Skorheim

729

8

D

Kristian Eli Zachariasen

103

9

D

Óli M. Lassen

80

10

D

Beinta Klakstein

44

11

E

Steinbjørn O. Jacobsen

135