Samgongan missir tveir tinglimir sambært fyrstu veljarakanningin eftir løgtingsvalið 29. oktober. Fólkaflokkurin missir ein og gongur 3,3 posent aftur frá 22,5 prosentum til 19,2.
Javnaðarflokkurin gongur nógv fram. Hann gongur 2,5 prosent fram frá 17,7 til 20,2 prosentum. Harvið hevði Javnaðarflokkurin fingið ein tingsess afturat.
Sjálvstýrisflokkurin gongur 1,5 prosent aftur og missir sín einasta tingsess.
Framsókn gongur 2,1 prosent fram úr 6,3 til 8,4 prosent. Harvið fær Framsókn ein tingsess afturat.
Hesar eru tær broytingar, sum føra til mandatbýti.
Samgongan fekk á valinum 19 tingsessir. Sambært nýggju veljarakanningini hevði hon fingið 17, og soleiðis hevur hon minst møguliga meirilutan.
Aðrar broytingar, sum kanningin vísir er, at Sambandsflokkurin gongur 0,2 prosent fram úr 24,7 til 24,9.
Tjóðveldisflokkurin, sum hevði stórt tap á løgtingsvalinum og misti tveir tingsessir, hevur so at siga onga framgongd, tí hann gongur »einans« 0,6 prosent fram, og tað broytir ikki mandatbýtið.
Miðflokkurin hevur eisini mist undirtøku síðani valið. Hann gongur 0,3 prosent aftur, og tað broytir heldur ikki mandatbýtið, og Miðflokkurin varðveitir sínar tveir sessir.
Á løgtingsvalinum 29. oktober misti flokkurin ein tingsess.
Fólkflokkurin tekur tapið
Tað kann tykjast løgið, at tað júst er Fólkaflokkurin sum stendur fyri størsta tapinum hjá samgonguni. Serliga tá flokkurin so týðuliga hevur sett síni fingramerki á samgonguskjalið.
Men tað eru fleiri viðurskifti, sum kunnu gera seg galdandi hjá Fólkaflokkinum. Formansstríð hevur merkt flokkin í valstríðinum og eftir valið. Stóri avbjóðarin, Annika Olsen, fekk ikki møguleikan at stilla upp ímóti Jørgeni Niclasen, og tað eru tað fleiri trúgv fólkafloksfólk, sum hava víst sína misnøgd við.
Flokkurin hevði flatskattin sum eitt av málunum í valstríðnum. Men kortini var hetta málið ikki so nógv frammi – og valla høvdu veljararnir ímyndað sær, at hetta fór at verða tað mest grundleggjandi málið hjá samgonguni.
Fakfeløgini hava víst sína stóru misnøgd, og millum fakfelagslimir teljast eisini nógv fólk, sum hava valt Fólkaflokkin. Hetta kann hava sína ávirkina.
Eitt annað mál, kann ávirka undirtøkuna hjá Fólkaflokkinum, er kúvendingini í málinum um ríkisveitingina. Fólkaflokkurin stóð á odda fyri fullveldislandsstýrinum, sum skar blokkin við 365 milliónum í 2002. Flokkurin hevur sagt hart og týðuliga, at hann er ímóti, at ríkisveitingini skal hækka aftur. Men nú er tað Fólkaflokkurin, sum skal standa á odda fyri samráðingunum um at tiðna blokkin, og málið hjá samgonguni er at fáa eitt stað ímillum 150 og 200 milliónir meira í ríkisveiting. Tað kann hava havt ávirkan á undirtøkuna hjá Fólkaflokkinum.
Kaj Leo stendur stinnur
Sambandsflokkurin er tann einasti av samgonguflokkunum, sum hevur framgongd. Somu støðu hevði hann í seinastu samgongu. Meðan Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin mistu nógv í veljarakanningum, so stóð Sambandsflokkurin seg altíð væl.
Hendan gongdin tykist halda fram, tí ágangurin hevur verið stóru á løgmann.
Vit hava her í blaðnum fleiri ferðir víst á, at Sambandsflokkurin er gingin frá lyftinum hjá løgmanni um, at eingin skal hava skattalætta. Vit hava eisini ført fram, at tað er fólkaflokspolitikkur, sum sæst í samgonguskjalinum og sum verður førdur í verki – burtursæð frá hægri blokkstuðuli.
Um hetta er rætt, veldst um eyguni, sum síggja. Men veljarin hevur í øllum førum krediterað Sambandsflokkinum fyri hetta.
Trygdin í ríkisfelagsskapinum sæst aftur í samgonguskjalinum og í politikkinum hjá samgonguni, og tað er nakað, sum veljarar hjá Sambandsflokkinum vanliga dáma.
Javnaðarflokkurin myndar andstøðuna
Størsti »vinnarin« í hesi veljarakanningini er Javnaðarflokkurin, sum gongur 2,5 prosent fram, og sum hevði fingið ein tingsess afturat. Javnaðarflokkurin gekk 1,6 prosent aftur á valinum 29. oktober, men varðveitt tó sínar seks tingsessir.
Orsøkin til, at Javnaðarflokkurin gongur fram er uttan iva, at flokkurin nú rættiliga hevur havt høvi at víst seg sum ein leiðandi andstøðuflokk. Og flokkurin hevur eisini notið gott av ónøgdini hjá fakfeløgunum við sitandi samgongu.
Tað kann kanska undra, at mundurin ikki er vorðin størri, tá hugsað verður um massivu mótmælini frá øllum síðum. Men ein mánaður við borgarligum politikki hevur givið Javnaðarflokkinum 2,5 prosent. Aksel V. Johannesen hevur myndað andstøðuna síðani valið, tó at Tjóðveldi gjørdist størri í prosentum á valinum.
Tjóðveldi fær einki burturúr
Meðan borgarligu vikurnar hesar vetrardagarnar hava gagnað Javnaðarflokkinum, so hevur Tjóðveldi kortini so at siga einki fingið burturúr. Tað gevur flokkinum nakað at hugsa um, at hann einki fær burturúr, at Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Sjávlstýrisflokkur eru vorðinir »sambandsflokkar« – í øllum førum sæð við tjóðveldisbrillum. Hesir flokkur stóðu saman við Tjóðveldinum um fullveldisstevnuna um aldaskiftið. So seint sum 28. oktober í ár lovaðu hesir tríggir flokkarnir, eins og TJóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn, at blokkstuðulin ikki skal tiðna.
Kortini gjørdu teir beint tað øvugta, og Tjóðveldi vær einki burturúr.
Tað kann merkja, at fullveldismálið als ongan áhuga hevur millum veljararnar. Nú eru tað seks tingfólk út av 33, sum vilja fullveldi, meðan vit fyri 10 árum síðani høvdu 18 av 32, sum vildu fullveldi.
Vert er eisini at hava í huga, at Tjóðveldi hevði stóra afturgongd á valinum 29. oktober – heili fimm prosent. Bert ein tíggjundapartur av hesum sær út til at vera komin til høldar aftur.
Varðveita meiriluta hóast trýst
Tað er valla komið fyri, at ein samgonga so tíðliga er komin undir so stórt trýst, sum hendan samgongan. Kortini varðveitir samgongan meiriluta. Men tað rínir ikki við løgmansflokkin, meðan allir samstarvsflokkarnir minka. Hóast tap upp á 4,9 prosent, so varðveitir samgongan meirilutan.