Fólkaflokkurin umhugsar sína støðu

Fólkaflokkurin kemur væntandi við einum svari seinni í dag, sigur Jørgen Niclasen við Rás 2.

Á landsstýrisfundi fyrrapartin gjørdu umboðini hjá Fólkaflokkinum samgonguni greitt, at Fólkaflokkurin ikki tekur undir við uppskotinum um fíggjarkarmarnar fyri 2012 í verandi líki.

Hetta hevur fingið løgmann til at missa tolið við flokkin. Kaj Leo Johannesen vil hava greitt svar, hvørt Fólkaflokkurin stuðlar samgonguni ella ikki.

Jørgen Niclasen sigur, at Fólkaflokkurin ikki tekur undir við einum uppskoti, sum leggur upp til, at útreiðslukarmurin veksur við 100 milliónir krónum umframt lønarvøkstur á umleið 50 milliónir krónur.

Í fjør stóð Fólkaflokkurin heldur ikki aftan fyri uppskotinum, sum varð lagt fyri Løgtingið; men tá tað kom til stykkis, eydnaðist løgtinginum at sniðka uppskotið til, so tað varð samtykt.

So verður neyvan hesuferð, metir Jørgen Niclasen, tí valið nærkast, umframt at fleiri uppskot longu er løgd í Løgtingið, sum ikki samsvara við játtanarkarmin.

Fólkaflokkurin hevur fund um íkomnu støðuna og svarar løgmanni seinni í dag.