Fólkaflokkurin er stóri sigurharrin á býráðsvalinum í Klaksvík, og borgarstjórin, Jógvan Skorheim, er stóri taparin
Fólkaflokkurin fær fimm umboð, og tað er ein meiri enn í núverandi býráðið og Sjálvstýrið fer í helvt við tað, at hann missur tvey umboð og fær bara tvey umboð. Javnaðarflokkurin varðveitir síni bæði umboð og Tjóðveldi varðveitir sítt umboð og so fær Sambandsflokkurin eitt umboð í Kaksvík.
Nývaldi býráðslimirnir fyri Fòlkaflokkin, eru Atli Justinnusen, Gunnvá við Keldu, Johanna Christiansen, nývald, Oddmar á Lakjuni, nývald og Eyðstein Poulsen.
Fyri Javnaðarflokkin er eru býráðslimirnir, Signhild Johansen og Tummas Lervig, og Sjálvstýri er umboðað av Jógvani Skorheim og Óli M. Lassen
Umboðið fyri Tjóðveldi er Annika Steintórsdóttir Biskopstø, sum er nývald, og Sambandsflokkurin verður umboðaður at Karl Johansen. Sum eisini er nývaldur.