Rúna Sivertsen, fólkaflokskvinna úr Norðoyggjum hevur mín sann fingið lív í aftur ?gomlu? fólkafloksideologiina um, at ?alt? alment (við undantaki av tí tú sjálvur fær gagn av) er av tí ónda. Tað verður ringt hjá tingkvinnuni at koma afturumaftur og siga, at fólk hava misskilt seg, at hon má hava loyvi til at seta fingurin á tað, sum ikki virkar, uttan at verða úthongd! Tí tað tingkvinnan segði á tingsins røðarapalli er krystallklárt. Tað vísir vanvirðing fyri teimum, sum arbeiða á almannastovuni og tað sáar iva um alt tað, sum hesin stovnur stendur fyri. Tá vit vita, at hesin stovnur umsitur nærum eina mia. kr. á fíggjarlógini, og so brúka einstøk smá mál sum jarnbrot, so avdúkar viðkomandi fyri tað fyrsta ein manglandi proportiónssans og harnæst eina ótrúliga manglandi virðing av fólki, sum royna at gera sítt besta í sínum dagliga arbeiði.
BRÆVIÐ frá formanninum í Starvsmannafelagnum til løgtingið sigur alt í hesum máli. Formaður felagssins ger her sína avgjørdu skyldu mótvegis teimum órættvíst skuldsettu fólkunum. Tað skal hann hava rós fyri. Hann vísir eisini á ?sagens kerne? og spyr, hví ikki politikararnir bøta um arbeiðaviðurskiftini og lóggeva rætt og skilagott heldur enn at brúka tingsins røðarapall til ógrundað álop og hunddálkan av starvsfólki í almennari tænastu! Og tað er ikki bert hann, ið eigur rós fyri greiðu talu sína. Eisini kappingarneytin á Smyrilsvegi eigur rós fyri oddagreinina hósdagin. Dimma skrivar ?at fólkaflokkurin er væl á veg at knúsa føroyska vælferðarsamfelagið, ístaðin fyri at viðgera sosiala økið við virðing?. Blaðsins beinrakni pennur kallar úttalilsini hjá RS ógrundað, grunn og niðursetandi, og rakar harvið seymin á høvdið. Fjølmiðlarnir eiga at standa saman, tá politikarar misbrúka sítt vald til at stinga alment lønt starvsfólk í bakið. Eftir stendur spurningurin: taka fólkafloksfólk undir við hesi hetz móti almennum starvsfólki?