Fundurin var hildin kring gomlu grundina á skúlanum. Umleið 200 fólk høvdu leitað sær til hetta søguliga og fyri Føroyar og føroyingar fornkunnuga stað í góðveðrinum at hoyra sang og røður. Røðurnar hildu Turid Sigurðardóttir, Herman Oskarsson og Sólfinn Hansen. Har var felagssangur og varð sangur, sum Jógvan Andreas Joensen hevði gjørt til løtuna sungin fyri fyrstu ferð. Eisini spældu og sungu teir báðir Hanus G. Johansen og Jógvan Andreas Joensen. Sosialurin og Rás2 vóru við til hátíðarhaldið og fara vit at prenta røður og hava frásøgn frá hátíðarhaldinum seinni.