Fólkaræði Handilsskúlans

Jon Jonsen
Fyrrverandi datamatikaralærari á Føroya Handilsskúla
¨????????????
Handilsskúlastjórin hevur alment sagt, at handilsskúlin ikki er tað reina paradís. Vónandi er skúlin heldur ikki tað reina deyðaríki, men eitt stað har góð menniskju ráða og ikki hin versti.
Í vesturheiminum ráða vit menniskju við fólkaræði, men teir útinnandi fólkaræðisharrarnir kunnu jú halla annan vegin og teir flestu leggja seg helst eftir at halla nærri paradísinum.
Fólkaræðið á Handilsskúlanum hevur gjørt skilhaldsreglur. Ein dagin var óruddið ov nógv, helt leiðslan, og skrivaði tí til lærararnar ma. at "leiðslan hevur seinastu tíðina roynt at stramma upp reingerðina á skúlanum, her í millum minka um órudd á skúlastovunum. Sambært skilhaldsreglunum hevur leiðsla skúlans gjørt av, at øll skulu eta og drekka í høllini, og einans í høllini".
Tað er gott at leiðslan tekur sær av trupulleikum og hetta fær lærararnar sjálvandi eisini at hugsa um støðuna.
Datamatikaralærararnir, skuldu júst, tá hetta var aktuelt, fara at undirvísa á Handilsskúlanum aftur. Tað hevði ikki verið pláss fyri teimum á sjálvum skúlanum í langa tíð og teir høvdu tí húsast í kjallaranum í einum bygningi í grannalagnum. Tað var ikki nakað paradís, men teir royndu saman við teim lesandi eftir førimuni at skapa menniskjansligar umstøður, sum ma. var at hugna um við einum kaffimunni. Hetta fór ikki at bera til longur ífylgi teim skilhaldsreglum, sum eru galdandi á Handilsskúlanum.
Tað hildu datamatikaralærararnir vera spell, men sum góðir fólkaræðisstuðlar góðtaka teir galdandi reglur, men góðir fólka-ræðisstuðlar taka sær eisini stundir til kritiskt at umhugsa og birta uppundir møguleikan fyri útviklingi og betran.
Tá leiðslan førir fram, at "ongin virðir hesi trivnaðarligu tiltøk, hvørki lærarar ella næmingar", fær tað datamatikaralærararnar at hugsa, at tað er nakað, sum burdi verið tikið upp í lærararáðnum. Tað er jú staðið, har lærarar kunnu koma við íkasti til fólkaræðið á skúlanum.
Skrivað varð tí til lærararnar á skúlanum:

Kære Kolleger,
Jeg noterer mig "Sambært skilhaldsreglunum", at "ongin virðir hesi trivnaðarligu tiltøk, hvørki lærarar ella næmingar".
Så er det da vist et rigtigt godt spørgsmål, om det er skilhaldsreglunum ella lærarar og næmingar, som det er galt med.
Burde det ikke på dagsordenen til det kommende Lærararáðsfundur ?
Andre steder i verden gør man noget for at finde mere tidsvarende og demokrat-iske organisationsformer på uddannelsesinstitutioner. Jeg citerer lidt tilfældigt fundet på nettet:
Over the past three years, MIT has begun to adopt a new way of making decisions--one that fosters experiential learning of leadership skills and promotes a sense of community among graduate students. While graduate students at many of our peer institutions have moved toward unionization, MIT has embraced the ideals of shared governance and collaborative decision-making. The Institute has not fully realized these ideals, but it has made progress on the graduate level--and the results have been overwhelmingly positive.
... students have proven that, if given an opportunity, they can bring a level of professionalism, dedication, and creative thought to the table that can result in better solutions to campus problems. They have also proven the value of collaborative decision-making, which involves students in its early stages, rather than leaving them to react after decisions are made. ...
The MIT model of shared governance puts us far ahead of the curve. We must continue to place value on the principles essential to effective collaboration--inclusiveness, communication, transparency, and accountability.
Er der ikke noget med, at vi skal være blandt de fremmeste i 2015? Det gælder vel også vores skoler?

hilsen Jon

Íkastið fær beinanvegin eina positiva móttøku frá lærararáðnum, men datamatikaralærararnir fáa henda teldupost sendandi í teirra felags postkassa dagin eftir:

Til Jon,
Eg havi fingið sendandi ein t-post, sum tú hevur sent til tínar starvsfelagar á FH, sum reaktión uppá órudd á skúlastovunum. Fyri tað fyrsta uppførir tú teg óprofessionelt og illoyalt, við ikki at senda mær ein slíkan teldupost - tú handlar sjálvur beint í móti tí, sum tú sjálvur mælir øðrum til. Tú hevur ongantíð verið leiðari hjá starvsfólkum etc. so tú veit eftir mínari meting ikki, hvat leiðsla er fyri nakað - annað enn í teori og dreymum - tú ert lukkuliga óvitan um leiðslu.
Eg leggi til merkis, at tú roynir at brúka (ella misbrúkar) úttalilsir frá øðrum skúlum ella teoretikarum um skúlaleiðslu, men eg gangi út frá, at allir skúlar í verðini ikki hava sama útgangsstøði etc. sum FH og tí ber ikki til at generalisera sum tú ger. Eg havi opnað upp fyri kommunikatión og samstarvi á FH seinastu 2 árini - hvussu ber tað til, at tú hevur verið púra ókendur her á skúlanum í eini 5 ár og ikki fyrr enn heilt nýliga mátti eg invitera teg til at kunna um TSÙ á einum lærararáðsfundi (hvem er dine kollegaer?).
Næmingaráðið, lærarar; MMR og onnur starvsfólk hava verið við í tilgongdini at gera hesar skildhaldsreglur, men tær avtalur sum gjørdar eru, verða heilt einfal ikki hildnar ella virdar. Tú varð biðin um at hjálpa til at orða ein kt-politik saman við kt-bólkinum - tú bidróg ikki við nøkrum, annað enn snik, snak. Eg ælti mær ikki at ganga runt og spæla stuðulspædagogur fyri lær-arar ella næmingar og eg ætli mær heldur ikki at verða uppalari fyri vaksin fólk.
Um so er, at tú heldur teg hava skil fyri skúlaleiðslu eigur tú at hava so mikið av persónligum dirvi, at tú sendir slíkar tendensiøsar og ákærandi viðmerkingar til mín - tú uppførir teg luskut og hevur eina heilt aðra missión við tínum viðmerkngum.

Reidar

Hetta er veruliga nakað, sum krevur sítt fyri at fáa sodnað. Tað merkir lesarin kanska eisini. Lesarin kann so sjálvur meta um, hvar á skalanum millum paradís og deyðaríkið fólkaræði Handilsskúlans hoyrir heima.