Trupla støðu, tí vit fáa ikki at vita, hví meirilutin tekur ta støðu, tey taka í málunum, sum koma fyri býráðsfundirnar. Tær avgerðirnar eru tiknar á læstum samgongufundum og verða ikki broyttar, óansæð hvørji argument vit í minnilutanum koma við ella ikki. Minnilutin má gita seg til, hví meirilutin tekur tær avgerðir, tey taka. Vit hava ongan møguleika at hoyra teirra argument, tí har hoyrist ikki eitt orð, eingi argument, sum kanska kundu broytt okkara atkvøðugreiðslu.
Nýggjasta mannagongdin hjá meirilutanum er, at nú skulu málini avgreiðast í nevndunum, áðrenn tey koma til kunningar á almennu býráðsfundinum. Við øðrum orðum er býráðið og harvið fólkaræðið skúgvað til viks.
Á fundinum 20. februar vórðu fleiri stórmál løgd fyri býráðið, har vit í minnilutan høvdu atkvøtt fyri, um vit fingu møguleikan at atkvøða, eitt mál um útbyggjan av skúlanum í Kollafirði og hini um bygging av vøggustovum og barnagørðum. Hesi málini vóru beind úr mentamálanevndini og í býráðið ? sjálvsagt fyri at býráðið kundi atkvøða um málini. Vit fingu frá formanninum í mentamálanevndini at vita, at málini vóru løgd fyri til kunningar, borgarstjórin tók undir við formanninum í mentamálanevndini, meðan restin av meirilutan als ikki tók orðið.
Til hesi mál er henda viðmerking sett í gerðabókina:
»Minnilutin, Leivur Hansen, Jógvan Arge, Hildur Eyðunsdóttir og Elin Lindenskov, viðmerkir, at hann ikki kann góðtaka, at málið ikki kemur til avgerðar í býráðnum.«
At málini ikki koma til avgerð í býráðnum, men verða endaliga avgreidd á nevndarfundum er als ikki í tráð við fólkaræðið. Ein nevnd telir bert 5 av 13 býráðslimum, sostatt sleppa hinir 8 býráðslimirnir als ikki at verða við í týðandi avgerðum fyri kommununa. Tað kann eisini henda, at tað bert eru tríggir býráðslimir, ið taka eina endaliga avgerð, tí nevndin er viðtøkufør, um helmingurin av nevndini er á fundinum.
Borgarstjórin hevur ført fram, at ein og hvør býráðslimur kann krevja eitthvørt mál fyri býráðið. Henda møguleika brúka vit sjálvandi, tá ið vit halda tað verða neyðugt. Sjálv bað eg um at fáa eitt mál fyri fundin seinast. Tað málið bleiv beinanvegin beint aftur í nevnd, soleiðis at einki kjak kundi koma burturúr, men meirilutin fekk enn ein møguleika at súlta málið, sum annars hevur ligið í mentamálanevndini síðani mars 2002 uttan at hava fingið nakra skaliga viðgerð.