Fólkaskúlin – røringur

Oddagrein:

Røringur er av álvara er komin í orðaskiftið um fólkaskúlan. Orðaskiftið, ið byrjaði her í blaðnum fyri stuttum snúi seg mest um bygnað og minni um innihald. Bygnaðurin hevur stóran týdning eitt nú tí hann hevur samband við fíggjarliga tilfeingið og fullnýtslu av allari skipanini: bygningum, útgerð og lærarakreftum. Ein av mongum fortreytum fyri innihaldsbroytingum er ein skilagóður og rationellur bygnaður, ein bygnaður, ið leggur upp fyri teimum sera stóru broytingum, ið eru hendar við okkara undirstøðukervi. Tað má vera ein skylda hjá avvarandi myndugleikum at innrætta skipanina soleiðis, at sum mest fakliga fæst burtur úr hesum broyttu fortreytum. Her skal hugsast um børnini eins nógv og um játtanina.

 

Nú er gongd komið á orðaskiftið, ið er ein fortreyt fyri einum skilagóðum úrsliti á hesum trupla máli. Málið er trupult, tí her eru so nógv fyrilit, so sterkar kenslur og so nógv lokal áhugamál í spæli. Eftir at hava hugsað seg um og kannað málið í nakrar dagar, er landsstýriskvinnan í skúlamálum, Helena Dam á Neystabø, komin til, at tíðin er búgvin at fara í holt við stórar og neyðugar bygnaðarbroytingar á fólkaskúlaøkinum. Landsstýriskvinnan er komin til ta niðurstøðu, at føroyski fólkaskúlin skal skipast í sjey skúlaøki. Hetta er so ein roynd at fáa gongd á eitt skúlapolitiskt trupult mál. Mentamálaráðharrin tykist at hava tulkað nýggju signalini frá Lærarafelagum rætt og at tíðin tískil nú er búgvin at fara til verka. Tað er jú royndur lutur, at er Lærarafelagið ímóti, so nyttar einum landsstýrismanni lítið at vera fyri. Men nú bendir sum sagt nógv, á at Lærarafelagið er til reiðar at kíka nakrar kamelar og tí er at smíða meðan jarnið er heitt. So er sjálvandi spurningurin, hvat kommunurnar siga og foreldrini halda um eitt so radikalt uppskot. Landsstýriskvinnan meldar gróthart út og sigur, at hetta mál kann ikki loysast sum eitt mál um økismenning men bert við atliti at endamálinum við føroyska fólkaskúlanum. Skipanin eigur at verða smíðað við atliti til barnið, og fakligu og menniskjansligu menning barnsins. Hesum kunnu vónandi allir lærarar og øll foreldur taka undir við.

 

Ítøkiliga merkir hetta, at eydnast tað ABC samgonguni at semjast um at skipa fólkaskúlan í sjey skúlaøki, so skal fíggjarorkan, sum verður leysgivin, brúkast til at bøta um viðurskiftini í fólkaskúlanum. Við at skipa landið í eitt nú sjey skúlaøki kunnu vit gagnnýta læraraorkuna og hølisumstøðurnar betri. Vit høvdu skapt møguleikar fyri fjølbroyttum undirvísingartilboðum og næmingalagaðari frálæru í økinum, og tann so nógv umrødda tvílæraraskipanin í teimum fyrstu flokkunum kundi verið eitt réelt tilboð, segði landsstýriskvinnan við Sosialin fríggjadagin í farnu viku. So er bert eftir at fara til verka á politiska vígvøllinum og spennandi verður, hvørja lagnu hetta týndingarmikla mál fær. Tað er sjálvandi óvist, hvussu hetta mál endar. Hinvegin eru nú orð sett á ein megintrupulleika, so vónandi kemur okkurt gott burturúr.