Hósdagin 15. juli byrjar Fólkatónleikarstevnan 1999. Eins og í fjør verða fyrstu konsertirnar norðuri í Fugloy, og síðani verður hildið fram í Klaksvík, Runavík og í Havn. Fyri tað mesta eru tað føroyskir einstaklingar og bólkar, ið luttaka hesaferð, men onkrir útlendskir gestir eru tó eisini við. Føroya Fólkatónleikarafelag skipar fyri.
Klaus Höjdevall
er svii og fer at syngja vísur hjá teimum svensku vísuyrkjarunum úr nýggjari tíð, sum sviar meta hægst, nevniliga Cornelius Vreeswijk, Olle Adolphson og Evert Taube. Eisini fer hann saman við sínum børnum at syngja sangir úr »Fólk og dólgum í Kardamummubýi« hjá Thorbjørn Egner.
Tonemakeriet
eru norðmenninir Audun Austli, ið spælir gittar, og Kyrre Evjenth Slind, ið spælir indiskan sitar. Hetta er heimagjørdur sitar-rokkur við íblástri úr fólkatónleiki, New Age, tekno, tungmálmi og poppi.
Jógvan Andrias, Tore og Inge
Jógvan Andrias Joensen er úr Klaksvík, men býr í løtuni í Noregi. Nú er hann heima í Klaksvík og ger upptøkur til eina fløgu. At hjálpa sær hevur hann tveir norðmenn, Tore J. Bruvoll, ið spælir gittar og Inge Dulin, ið spælir ásláttur. Stevnudagarnar hava teir tikið frí frá upptøkuarbeiðinum at spæla fyri okkum burtur úr tí, sum seinni verður at hoyra á fløguni.
Larus
Henda bólkin manna Lív Dam, sum syngur, og Pauli Hansen og Heri Kragesteen, sum syngja og spæla gittar. Tey syngja í kór og spæla mest egnar sangir, men eisini aðrar føroyskar sangir, og sangir hjá t.d. Peter, Paul & Mary, ella hjá Mikael Wiehe, sum tey hava umsett.
Spælimenninir
spæla spælimanstónleik úr t.d. norðurlondum, USA, Hetlandi og Orkney. Bólkurin hevur verið til við skiftandi manning síðani 1974, og hevur sostatt 25 ár á baki í ár. Tey, sum manna bólkin hesa ferð, eru Angelika Nielsen, fiól, Sharon Weiss, blokkfloytu, Kristian Blak, klaver og Mikael Blak, kontrabass.
Hanus G. Johansen
fer í ár m.a. at bera fram yrkingar hjá Poul F. Joensen við løgum, sum hann smíðaði í sambandi við 100-ára dagin hjá Hargaskaldinum í fjør.
Niels Midjord
fer í ár m.a. at syngja vísur hjá russiska sjónleikaranum, yrkjaranum og vísusangaranum Vysotskij, sum doyði í 1980, 42 ára gamal. Vysotskij hevði undir Sovjet-stýrinum atgongubann til upptøkuhøli, prentvirki og fjølmiðlar, men sangir hansara, sum vóru okkurt um 600 í tali, ljóðaðu kortini um alt Eystureuropa, og vóru ógvuliga væl umtóktir millum manna.
Karl Anton Klein
fer við gittara og sangi at bera fram egnar og læntar vísur.
Hans Jacob Hansen
úr Fuglafirði er bæði myndlistarmaður, sjónleikari, tónasmiður og skald. Síðani hann varð pensioneraður hevur hann havt betri stundir til listina, og tað hoyrist aftur, millum annað í harmonikuspælinum. Hans syngur egnar vísur og spælir undir á harmoniku.
Shalder Geo
er ein gjógv (»geo«, á hetlendskum) norðalaga í Hetlandi, har tjøldur (»shalders«, á hetlendskum) reiðrast. Hetta er eisini navnið á einum »reel«-lagi hjá føroyska tónleikarbólkinum við sama heiti. Tey, ið manna bólkin, eru Heðin Ziska Davidsen, ravmagnsgittar, Niels Arge Galan, ravmangsgittar og mandolin, Kristian Blak, klaver, Sharon Weiss, blokkfloytu og ásláttur, og Mikael Blak, bass.
Enekk
fara á Fólkatónleikarstevnuni í ár at spæla og syngja egið, upprunaligt tilfar, sum er vorðið til hetta seinasta árið. Agnar Lamhauge spælir ravmangsbass og kontrabass, Óli Olsen spælir ljómborð, Justin Philbrow spælir ravmagnsgittar og Kári Sverrisson syngur og spælir kassagittar.
Konsertirnar verða hesar:
Hósdagin 15. juli.
Kl. 16.00 Í skúlanum
á Kirkju
Spælimenninir
Klaus Höjdevall (Svøríki), Hanus G. Johansen,
Karl Anton Klein.
Kl. 20.00 Í Skúlanum
í Hattarvík
Tonemakeriet (Noreg),
Hans Jacob Hansen,
Niels Midjord.
Fríggjakvøldið 16. juli
Kl. 20.00 Í »Atlantis«
í Klaksvík
Spælimenninir,
Hans Jacobsen Hansen,
Hanus G. Johansen,
Karl Anton Klein,
Jógvan Andrias, Tore og Inge (Fø./Noreg).
Kl. 20.00 Umborð á
»Høganesi« í Runavík
Larus
Tonemakeriet (Noreg)
Klaus Höjdevall (Svøríki)
Niels Midjord
Enekk
Leygardagin 17. juli
Kl. 11.30 Í Havnar kirkju
Niels Midjord og Hans Jacob Hansen syngja Kingosálmar ymsastaðni úr Føroyum, Kristian Blak spælir egnar tilrættisleggingar av føroyskum Kingoløgum.
Kl. 16.00
í Norðurlandahúsinum
Spælimenninir
Klaus Höljevall (Svøríki)
Hanus G. Johansen
Karl Anton Klein og Niels Arge Galan
J´0ogvan Andrias, Tore og Inge (Fø./Noreg)
Shalder Geo
Kl. 20.00
Á »Víkingaleguni«
í gomlu Hoyvíkini
Spælimenninir
Sunnudagin 18. juli
Kl. 16.00
í Norðurlandahúsinum
Larus
Tonemakeriet (Noreg)
Hans Jacob Hansen
Niels Midjord
Enekk