Summi síggja bert trupulleikar og trøll í avbjóðingunum. Meðan onnur síggja møguleikarnar og loysnirnar - og við Fólkaflokkinum vilja úrslit, vilja framburð.
Nú er so loksins møguleiki at velja nýggj umboð á Fólkating, sum gera mun.
Og har er Fólkaflokkurin, sum vil reka realpolitikk og forða fyri at fólkatingssessirnir bara eru partapolitisk fitilendi.
Tí má vend koma í nú. Fólkatingssessirnir skulu nýtast at ávirka, so føroyingurin kennir positivan mun og loysnir.
Tí eru bara tveir møguleikar. Tit kunnu velja tey, sum vilja gera mun, ella velja tey, sum bert eru við uppá rós.
So, valið er einfalt. Tað er at velja møguleikarnar. Hinir eru skerflatnið ella tey sum dyrka konfrontatiónirnar.
Valið er tí einfalt, skilvísið vísir leiðina.